- Hetta er ein knívur í ryggin á mær.
Gerhard Lognberg er bæði vónbrotin og fortørnaður um, at formaðurin í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum nú alment hevur boðað frá, at Javnaðarflokkurin á tingi tekur undir við tilmælinum hjá tunnilsbólkinum hjá samgonguni.
- Eg skilji ikki, hvussu tingbólkurin kann koma við eini fráboðan sum hesari, tí vit hava ongantíð havt fund um málið, staðfestir Gerhard Lognberg.
- Sjálvur eri eg í tingbólkinum, men ongin í Javnaðarflokkinum hevur so mikið sum tosað við meg um tilmælið hjá tunnilsbólkinum, uttan Mikkjal Sørensen, sum sat í bólkinum og sum ringdi at boða mær frá, at hann hevði góðtikið tilmælið.
Skal fegin gjalda prísin
Gerhard Lognberg endurtekur enn einaferð, at hann tekur ikki undir við tilmælinum fyrrenn ein beinleiðis dagur er ásettur fyri, nær farast skal undir Sandoyartunnilin.
Og hann staðfestir, at hann fer ikki at lata seg kroysta til at taka undir við tilmælinum, tí tað ger hann ikki.
- Takið eg undir við hesum, stingi eg bæði Sandoynna og Skúvoynna í ryggin, bara fyri ein tingsess og tað havi eg ikki samvitsku til , sigur Gerhard Lognberg.
Sum tað sæst í greinini á síðu átta, fer javnaðarflokkurin at hava fund við teg í næstu viku, har tey krevja greitt svar um tú tekur undir við tilmælinum. Hin møguleikin er, at tú framvegis heldur fast um at vraka tilmælið og sostatt setur teg sjálvan uttanfyri bæði tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum og samgonguna.
- Tey skulu sanniliga fáa eitt greitt svar frá mær og tað er, at eg taki ikki undir við tilmælinum.
- Er hetta treytin fyri at vera við í tingbólkinum og í samgonguni, skal eg fegin offra bæði tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum og samgonguna fyri Sandoyartunnilin.
- Eg taki ikki undir við tilmælinum, so skal eg heldur koyrast úr bæði tingbólki og samgongu.
Hinvegin leggur hann dent á, at hann fer ikki at melda seg úr Javnaðarflokkinum, tí tað eru mong javnaðarfólk, sum stuðla mær.
Men ert tú ikki bangin fyri, at treytaleysa støða tín fer at hava tað avleiðing, at alt dettur niðurfyri?
Nei, tað eri eg ikki, tí vit hava framvegis eina lóg í gildi sum sigur, at farast skal undir Sandoyartunnilin 1. november næsta ár.
- Var nakar vilji at fara undir Sandoyartunnilin, kundi samgongan sum einki sett eina dagseting á, um tað so ikki var fyrrenn síðst í 2010 ella fyrst í 2011, tí tað hevði eg kunnað góðtikið.
- Skal eg taka undir við tunnilssemjuni, er avgjørda treytin, at dagur verður ásettur, so at tað verður í valskeiðnum hjá hesari samgonguni, at farið verður undir Sandoyartunnilin og tann støðan vikast ikki, staðfestir Gerhard Lognberg.
Fakta
Við hesi sjáldsama stuttu, men eisini sjáldsama greiðu fráboðan í gjár, ger Javnaðarflokkurin sína støðu greiða í spurninginum um undirsjóvartunlarnar.
Fráboðanin er soljóðandi:
Góðu fjølmiðlar!
Tingbólkur Javnaðarfloksins tekur undir við tunnilssemjuni.
Vinarliga
John Johannessen,
Form.
GG: les eisini greinina "Gerhard Lognberg lagdur á pínubonkin"










