?Månedens Demo? á Gaffa.dk

Alternativi elektro-rokk bólkurin Grace of Decay, ið m.a telur tveir føroyskar limir, er í mars mánaða kosin at vera ?Månedens Demo? í tónleikablaðnum Gaffa. Føroysk/danski/kekkiski bólkurin Grace of Decay, ið er búðsitandi í Keypmannahavn, hevur tikið upp eina demo-fløgu, ið hendan mánaðin er útvald at vera ?Månedens Demo? í tónleikablaðnum Gaffa.

Bólkurin sigur sín tónleik standa ímillum Depeche Mode og A Perfect Circle og úttrykkið botna í elektroniskum og rokkutum elementum.

 

Ummælarin á Gaffa sigur m.a um bólkin:

 

?Der er et hook, et solidt drive, fede opbygninger og en sej attitude. (...) Jeg synes, at Grace of Decay har en sangskrivning, der kan bære det. Band og sikkert også publikum, befinder sig i

sluttyverne, men de virker sultne på trods af den cool lyd, så det bliver spændende at se dem live?

 

Les meira um Grace of Decay og lurta at tónleikinum á www.graceofdecay.dk, har tað eisini ber til at taka niður trý løg hjá bólkinum.