Sjálv vil Maibritt vera við, at tatoveringarnar ikki hava nakra djúpa meining, men hóast hetta, so er ein forkláring ella ein søga aftanfyri tær allar.
Eiturkoppurin á fótinum, ið var fyrsta tatoveringin hon fekk sær, er har, tí Maibritt er so bangin fyri eiturkoppum og vil tí hava teir nær við. Á fingrunum hevur hon skrivað "Tungmálm", og á legginum er fyrimyndin Pippi Smokkuleggur.
- Pippi er tann coolasta gentan í verðini. Hon lurtar ikki eftir nøkrum, og livur so sum hon vil, sigur Maibritt.
Setningin "Mother is God in the eyes of a child" hevur hon tatoverað á bringuna og er hann til mammu hennara, "sum eg eri so ræðuliga góð við".
Maibritt hevur búð størsta partin av lívi sínum í Keypmannahavn, men er nú flutt heim at ganga á Læraraskúlanum og lesa til námsfrøðing.
Tatoveringarnar eru í flestu førum gjørdar í Keypmannahavn av sama tatovøri. Nakrar av teimum hevur ein veninda hjá Maibritt teknað.
- Tær eru ein partur av mær. Eg kann ongantíð fara og angra, at eg havi fingið mær nakað, sum ger meg so glaðan, sigur hon
Ætlanin er at fáa sær fleiri tatoveringar framyvir.
- Eg kenni ongan, sum bara hevur eina tatovering. Fær man sær eina, vil man hava fleiri.
Nær ætlar tú tær so at gevast við tatoveringum?
- Tá eg vakni og haldi, at nú er nokk.
Fakta
Navn: Maibritt Johansen
Aldur: 21 ár
Bústaður: Havn
Tatoveringar: Níggju
Fyrsta tatovering tá eg var: 17 ár










