Mínar páskir: Gvøðny Miriam Gunnarsson

Hvussu hevur tú frí á páskum í ár?

- Eg havi ikki frí á páskum. Tey seinastu mongu árini havi eg arbeitt hvønn dag á páskum av tí grund, at tá hava onnur frí, tá er upplagdur møguleiki hjá mær at arbeiða uppá kreativar myndir. Ella ynskja fólk myndir av sær og familju, tá øll eru samlað um høgtíðinar - og typiskt eru eisini fleiri brúdleyp um páskini.

Ætlar tú at slappa av ella leika í?

- So ja eg ætli mær at leika í.

Plagar tú at gera páskareint?

- Nei, tíverri plagar tað vera so, at húsini eru sindur uppgivin um hesa tíðina.

Hvørjar páskatraditiónir hava tit í familjuni?

- Snedigt at hugsa sær, men nei tey síðstu 8 árini, hevur eingin serlig páskatraditión verið í hvørki mínari familju ella í svigerfamiljuni. Alt er sindur tilfeldigt og sum oftast hevur so nógv arbeiði verið, at øll eyka tíð hevur verið brúkt til at hvíla seg í. Møguliga er tíð uppá at gera okkurt við tað og fáa sær góðar páskatraditiónir saman við familjuni?

Hvat er tín yndis páskamatur?

- Seinasta ár bjóðaðu eg og maðurin eina vinkonu á vitjan har vit gjørdu kalt borð inspirerað av sponskum mati. Fantastiskur matur!

Hvat er títt besta páskaminni?

- Míni bestu páskaminni eru, tá eg sum barn og ung hvørt ár fór til ommu og abba mín í Hirtshals og ferðaðist. Har fóru øll fólkini úr samkomuni á páskalegu, ið minnir sindur um um familjulegur líknandi Zarepta ella Nesvík. Náttúruumhvørvið var altíð lekkurt og samveran við onnur ung og eldri var altíð av tí besta - og tí eisini ein av bestu minnunum, eg havi í dag.