Hvussu hevur tú frí á páskum í ár?
- Brúki teir dagar, sum eru eftir av feriuni, í Keypmannahavn, ella rættari á Amager, í Danmark
Ætlar tú at slappa av ella leika í?
- Ætlanin var at slappa so púrasta av. Men filmarnir draga, havi higartil sæð ”Carol” í Grand, vitjað framsýningar, ið bara síggjast her, so sum Eva Koch í Sisternunum undir jørð í Søndermarken, Hammershøi í Ordrupgaard og so eitt intervejú við ein blomsturbindara í Absalonsgade. Og ikki minst at skriva blogg. Seks bloggar er tað blivið til úr Danmark, nú vit skriva mikudag. Og so ætli eg at finna eitt full frame kamera, kanska Sony.
Plagar tú at gera páskareint?
- Ikki tað stóra upp og niður reinsið, nei.
Hvørjar páskatraditiónir hava tit í familjuni?
- Vit møtast hjá Elisabeth, systrini í Brønshøj, til páskafrokost. Og so koma fólk á gátt her, og vit vitja familju og vinfólk.
Hvat er tín yndis páskamatur?
Steikt lambstjógv, sum oftast er íslendskt. Her havi eg funnið nýsælendskt lambstjógv, sum eisini plagar at roynast væl.
Hvat er títt besta páskaminni?
- Gongutúrar við Jón Kragesteen og Augustu Mikkelsen úr Tórsbyrgi upp í tær passandi hæddir, sum eru kring Havnina. Og so suppa og felagsangur omaná. Men tað verður so ikki í ár, tí nú eri eg á Amager.









