Fyri at síggja mánamyrkingina í kvøld krevur tað, at veðrið verður til vildar. Mjørkin ger um seg nógvastaðni í Føroyum beint nú, so tað er at vóna, at tað klárar í áðrenn 22-tíðina í kvøld.
Mælt verður annars føroyingum til at fara høgt upp ella til eitt óbyrgt stað við útsýni móti sjónarringinum í ein landsynning fyri at síggja best.
Hesi eru tíðspunktini fyri mánamyrkingina á ymsu støðunum í Føroyum, sambært veður síðuni, Timeanddate.
Havn: Frá 22:16 til 23:19 - á hæddini klokkan 22:22
Klaksvík: Frá 22:17 til 23:19 - á hæddini klokkan 22:24
Suðuroy: Frá 22:12 til 23:19 - á hæddini klokkan 22:20
Les eisini: Partvís mánamyrking í Føroyum
Tað verður ikki talan um fulla mánamyrking í Føroyum í kvøld. Føroyar liggja akkurát á markinum til ikki at síggja fullu mánamyrkingina. Í staðin verður tað ein partvís mánamyrking, har stórur partur av mánanum verður myrkalagdur. Hetta er eisini ein sjáldsom og vøkur sjón. Vit krossa fingrar fyri, at veðurgudarnir eru við okkum í kvøld.
Føroyar liggja so nær markinum fyri fullu mánamyrkingina, at er mann bara eitt lítið sindur eystan ella sunnan fyri Føroyar, hevur mann møguleika at síggja fullu mánamyrkingina í eina løtu. So sjómenn, sum sigla sunnan og eystan fyri Føroyar, kunnu halda eyga við myrkingini um 22 tíðina í kvøld. Ringt er at siga eitt ávíst klokkuslett, tí mánin rísur ikki samstundis allastaðni.
Hetta verður longsta mánamyrkingin í 21. øld, og aðra staðni í heiminum gleða fólk seg til at síggja sjáldsama fyrbrigdið, blóðmánan. Koparreyði blóðmánin verður ikki sjónligur í Føroyum, av tí at vit ikki hava fulla mánamyrking her.