Tveir danskir rúmdararkitektar eru í løtuni í Norðurgrønlandi, har teir gera royndir við einum mánabústaði, sum hugsandi skal brúkast á Mánanum í framtíðini. Rúmdararkitektarnir hava sambært Sermitsiaq áður rópt hesa sendiferð "lívsvandamikla".
Rúmdararkitektarnir eru Karl-Johan Sørensen og Sebastian Aristotelis Frederiksen, og teir skulu eftir ætlan búgva í mánabústaðnum í 91 samdøgur. Rúmdarbústaðurin stendur við útdeyðu bygdina, Moriusaq í Norðurgrønlandi.
- Vit valdu júst hetta staðið, tí tað er týdningarmikið, at verkætlanin fer fram í einum umhvørvi, sum líkist og háttar sær sum skorpan - ella yvirflatan - á Mánanum. Her eru nakrir eindømis eginleikar, sum kunnu samanberast við umstøðurnar á Mánanum.
Teir vísa á, at landslagið um hesar leiðir í Norðurgrønlandi er oyðið og lívleyst, og sólin fylgir ikki vanligu samdøgurtímunum. Í staðin fyri at vera í rúmdardrakt, er neyðugt at vera í polardrakt fyri at yvirliva kuldan.
Rúmdararkitektarnir hava eisini víst á, at í Norðurgrønlandi er ikki neyðugt at látast sum um, at teir eru avskornir frá umheiminum, tí her eru bæði flutningsmøguleikar og samskiftismøguleikar næstan líka so avmarkaðir sum á Mánanum.











