Mánaðurin hjá finalunum

Februar

Bæði í hond- og flogbólti verða steypafinalurnar avgreiddar, og í báðum førum gerst talan um nakrar minnisríkar dystir

 

1. februar

Í einum rokmiklum dysti tryggjar VÍF sær atgongd til steypafinaluna hjá monnum, tá teir eisini vinna seinna dystin móti Kyndli. Mótstøðuliðið í finaluni verður StÍF, sum vinnur sín dyst á Neistanum.


2. februar

Føroyska fótbóltslandsliðið spælir málleysan javnleik ímóti Svøríki. Allan Simonsen er væl nøgdur um úrslitið. Tríggir leikarar, Súni Olsen, Andrew av Fløtum og Christian Høgni Jacobsen, fáa sín fyrsta landsdyst.

VÍF-kvinnurnar eru eisini í steypafinaluni, eftir at tær vinna trygt á Neistanum.


3. februar

15 ára gamli Ingi Højsted úr B36 fer á øðrum sinni til Onglands, har Arsenal vil hava hann til enn eina royndarvenjing.


6. februar

Hjá Stjørnuni hevur ikki gingið nakað serligt í seinastuni, og til dystin á Giljanesi var vanligi venjarin, Rógvi Nielsen, ikki við liðnum. Einki er tó at frætta um nakra uppsøgn av nøkrum slag.

Hálvi Klaksvíkingurin, Calix Blak, varð kosin besti spælarin í norskum kurvabólti í februar.

Mjølnir tapir móti bæði Fleyr og ÍF í manshondbólti, og hevur nú brádliga mist takið á ÍF í oddastríðnum. Hjá kvinnunum vinna bæði Mjølnir og Dráttur trygt.

VB vinnur eisini seinnu hálvfinaluna á Stjørnuni, og er nú í steypafinaluni, har mótstøðuliðið verður VÍF.

Í talvlandskappingini eru trý lið nú jøvn í oddinum. Hvalvíkingar, klaksvíkingar og havnarmenn eru púra javnir.


7. februar

Longu áðrenn fótbóltskappingin byrjar, verður HB skert. Hans á Lag hevur brotið eitt bein í fótinum.

Í Danmark hevur FCK gjørt av at keypa 34 ára gamla Heine Fernandez at styrkja um álopið.


10. februar

Riggað verður til steypafinalur á Hálsi, har VÍF er favorittur hjá bæði monnum og kvinnum, men hvørki VB ella StÍF hava givið skarvin yvir frammanundan.

Í Flogbóltinum verður avgerandi dysturin millum Mjølnir og Drátt á skránni í Klaksvík.


13. februar

Sum væntað vunnu VÍF kvinnurnar steypafinaluna á VB. Úrslitið gjørdist 31-18 til einaráðandi oddaliðið. Hjá monnunum er spenningurin hinvegin stórur, og sera óvæntað verður tað StÍF, sum kann rópa seg steypavinnara, eftir at teir vunnu eina sera spennandi mansfinalu.

Dráttur er nú á odda í kvinnuflogbólti, eftir at tær vunnu oddadystin í Klaksvík. Tað er tó bert settmunurin, sum skilur oddaliðini.

Eitt umfar restar í bridge kappingin, men alt bendir longu á, at liðið hjá Allan Dal-Christiansen verður føroyameistari.

Í talvkappingini er Havnin núy á odda. Teir vunnu trygt á Hvalvíkingum, meðan Klaksvíkin óvæntað tapti fyri Vestmanna.


14. februar

Altjóða dómari kemur til Føroya at døma steypafinalurnar í flogbólti. Talan er um danan, John Lilhauge.

Á komandi aðalfundinum hjá FSF er bert eitt uppskot komið inn, og er hetta um eina broyting í kappingarreglunum.

Allan Simonsen hevur boðað frá, hvørjar 20 leikarar hann ætlar at hava við sær á venjingarlegu til Cadiz í Spania.

KÍF vinnur trygt á Neistanum í manshondbólti, og lyfta seg harvið eitt pláss upp á stigatalvuni.


16. februar

StÍF vinnur trygt á hoyvíkingum, og sleppa sær harvið upp á annað plássið í hondbóltskappingin.


17. februar

Steypafinalurnar í flogbólti eru á skránni, og líkt er til, at talan verður um tveir spennandi dystir. Hjá monnunum spæla Mjølnir og ÍF, meðan Mjølnir og Dráttur eru í finaludystinum hjá kvinnunum.

B36 hevur gjørt avtalu við nýggja telefonfelagið, Kall, sum skal verða høvuðsstuðul felagsins.


20. februar

Gunnleyg Berg skrivar føroyska ítróttasøgu, tá hon sum fyrsti føroyingurin er við til vinna útlendska steypafinalu. Hon spælir við íslendsku ÍBV, sum í finaluni vinnur á Haukar.

Í hondbóltinum stevna bæði liðini hjá VÍF við fullari ferð móti gullinum. Hjá monnunum er tó stórur spenningur um silvurmerkini, har StÍF styrkir sína støðu við at vinna á Kyndli.

Flogbóltsfinalurnar eru avgreiddar. Hjá monnum vinnur ÍF tryggan sigur á Mjølni, meðan kvinnufinalan gerst ein sannur gysari. Dráttur var annars á odda 2-0, men klaksvíkskvinnurnar fáa vent dystinum til egnan fyrimun.

Róðrarsambandið hevur sett sær fyri at fáa greiðu á, hvussu langir kappróðrarbátarnir kunnu verða, og fleiri feløg fáa boð um at stytta sínar bátar.

Føroyska unglingalandsliðið í talvi fær tvey heiðursmerki við sær úr Íslandi, har kappast hevur verið í NM.

Fótbóltskvinnurnar hjá Føroyum skulu á komandi Oyggjaleikum spæla ímóti Isle of Man, Ynos Mon og Cayman oyggjarnar.


21. februar

Føroysku flogbóltsútisetarnir í Frederiksberg standa seg væl, og hava tær enn møguleika at koma við í endaspælið.

B36 leggur fram ein ársroknskap, sum vísir heilar 700.000 kr. í yvirskoti.


22. februar

Peter Schmeichel gevst á danska fótbóltslandsliðnum. Hann hevur ikki longu orku til krevjandi uppgávurnar, sigst.


23. februar

VÍF kvinnurnar eru fyri stórum missi, tá Nicoleta Radu brýtur beinið í dysti móti Neistanum. VÍF megnar tó at vinna ein tepran sigur. Í Havn eru Tjaldurskvinnurnar um at skapa eina sensatión, men mugu tó taka til takkar við javnleiki móti Kyndli.

Mansliðið hjá vÍF tykist at vera í einum lítlum aldudali, men megna kortini at vinna tepran sigur á Neistanum.

FM fyri einstaklingar í talvi skal avgreiðast í Vestmanna. Hetta hevur Talvsambandið gjørt av.


27. februar

Kvinnurnar hjá Fossanesi fáa fyri fyrstu ferð stig í meistaradeildini, tá tær vinna 3-1 á útivølli móti Fleyr.

Yngru hondbóltsleikararnir spæla steypafinalur í Havn.

Havnin vinnur á Klaksvíkini í talvi, og liggja nú trygt á odda, tó at einki enn kann sigast at vera avgjørt.

Tjaldursmenn eru um at koppa strandingum, men dysturin endar tó javnur, 28-28.


28. februar

Altljóða fótbóltssamgongan, FIFA, setir í verk nýggjar reglur, sum millum annað viðføra, at bólturin kann flytast fram, um spælarar ikki halda frástøðuregluna, tá fríspark skal takast.

Leiðarin á Fragd og Fimi, Jana Eidesgaard Thomsen, heldur, at føroysk ítróttarfólk gera alt ov lítið við styrkisvenjing.