Samferðsla
Tí, sum keypir mánaðarkort eftir 26. oktober, nýtist ikki at óttast fyri, at tað fer til spillis, hóast undirsjóvartunnilin verður latin upp, áðrenn kortið gongur úr.
Tosað hevur verið millum fólk, sum dagliga feðast millum Vágar og Havnina, um, hvussu verður við mánaðarkortunum. Men har verður eingin broyting, siga bæði Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandferðsluni, og Dávur Reinert Hansen, stjóri í p/f Vágatunlinum.
Tað er soleiðis, greiðir Dávur Reinert Hansen frá, at goldið verður fyri hvørt akfar sær, tá farið verður gjøgnum tunnilin. Hetta er eisini galdandi fyri bussarnar. Fólk, sum sita í bussinum, verða ikki ávirkað av gjaldinum undir Sundinum.
?Hvussu Strandferðslan skipar síni gjøld, kunnu vit ikki gera nakað við, sigur hann og leggur afturat, at tað hevur ikki verið tosað nakað partanna millum um tann spurningin.
Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari, sigur, at spurningurin um kostnaðin fer at verða tikin upp. Hann staðfestir kortini, at sjálvandi verður einki í vegin fyri at brúka gamla mánaðarkortið, eftir at koyrt fer at verða gjøgnum tunnilin.
Prísurin skal tó møguliga roknast út av nýggjum, hóast einki er avgjørt um tað enn. Ternan gevst at sigla, men Strandfeðslan skal so aftur fyri gjalda fyri bussin, sum fer gjøgnum tunnilin. So fæst at síggja, um tey gjøldini fara at ganga upp.
Manningarnar verðandi
Manningarnar á Ternuni hava fingið at vita, at tær verða fluttar, tá Ternan gevst at sigla um Vestmannasund. Onkur skal manna Sam, og annars eru tilboð givini um at flyta á onnur skip hjá Strandferðsluni, sigur fólkaflutningsleiðarin.
Hóast Ternan nú verður løgd fyri at hava til at taka sum avloysaraskip, merkir tað ikki, at manningarnar verða sagdar úr starvi, sigur Poul Jákup Thomsen. Fólkið er reiðarísett og hevur fingið at vita, at flutt kann verða runt til onnur skip.
Sam fer at sigla um Leirvíksfjørð saman við Dúgvuni, og har skal manning til. Manningin, sum nú er við Sam, er fyribilssett til nýggjárs, eins og teir, sum eru við Ternuni I eru, vísir Poul Jákup Thomsen á. Men øll tey viðurskiftini hava manningarnar fingið at vita um frá Strandferðsluni, sigur hann.