Mín Suðuroyggj...

Eg eri hálvur suðring­ur. Hálvur Tvøroyrarmaður. Sum so nógvir heilir, hálvir og kvartir Suðuroyingar norð­an­fjørðs, vitji eg ov sjálvdan Suður­oynna; hin føroyska perlan. Við einum góðum vini og sam­starvs­felaga var eg har suðuri i seinastu viku.. Vinmaðurin, við rót í Sumba, hev­ur ikki verið nógv sunnafjørðs, so eg vildi nýta høvið at sýna honum okkara vøkru oyggj

“Smyril” er eitt óført skip. Men hóast framkomna gall­an kundi givið kulinariskar upplivingar so er støðið lækkað munandi síðani skip­ið kom til landið, Tú fær ikki kaffi longur í ein kopp ella krúss, men bert í grúfullum pappbikarum. Heldur ikki gløs, bert plastikk. Ikki ber til at fáa eina kannu við vatni – vatn­ið umborð er ikki drekkandi verður sagt. Ein øl kanska.. ájú, kranar við donskum dis­count øli – Og hvat er til matna? Sjálvdeyðir papp­kyllingar við chipsi og sundurkolað oxakjøt. Onki sum eitur ein rómakøka ella líkinda dessert. Og eg spyrji fittu damurnar hvi man ikki fær koppar og gløs og vatn og dessert “okur hava sagt tað við hovmeistaran” er svarið. Og-man-tímir-ikki-at-gera-meira -vrøvl-og ðvera-tvørball-og havnar­maður og alt hatta har, so man resignerar ..djú djú ...og renir pappið í seg.

Og so eru vit á Kramba­tanga – gamla handilsstøðin hjá hollendarum, smugl­arum og øðrum intelligent­um fólkasløgum.. Vit fara suðureftir og fáa so fyrsta sjokkið: (áaaahhhhhhh) Øra­vík, Øravík. Vakra pláss­ið við vøkru fjøruni sær í dag út sum ein innkoyring til Houston: ein nýggj, breið, ljót autostrada tvørtur um fjørðina.... Gud-for­barmi-seg-tú-meg. Kundi man ikki lagt vegin oman fyri Gistingarhúsið ella tik­ið okkurt atlit til hesa vøkru fjøru? Hava føroyskir verk­frøðingar yvirhøvur nakað eftir sum eitur kenslur fyri nátturu ella etikki – tekni­borðsneandirthalarar allir bandin.

Vit fara inn á Gisting­ar­húsið at vita um nakað fæst til matna. Eitt skelti kunnar okkum um at matstovan er opin kl 17.00, men fólk sæst so vit fara innar. Vit verða væl móttiknir, tað er ikki opið, men ein búff kunnu teir klára. Vit tosa leingi um hvussu buffurin skal steikjast. Vit sessast og skona depressivt at auto­straduni sum hevur tikið nógv utsýni frá Gistingar­húsi­num. Eru so smátt farn­ir at gleða okkum til ein vælstoktan búff tá álvars­boð koma úr køkinum at búffurin kortini bleiv til svínakotellir ístaðin ! Voila. Kotelettin var nú bara fín. Vit spyrja um tey ikki hava mótmælt autostraduni? jú, “tað hava okur, men tað nyttar onki, teir lurta ikki eftir okum”....Hvussu við ferðamannavinnu og alt hatta har hja SamVit, royna vit at mutla ” jú, tja,” man yppir axlar og vit fara long­ur suðureftir

Vakra Tjaldarvíkin – er nú lík Hiroshima dagin aftan­á atombumbuna, væl bombað av íslendska byggi­felagnum. Nýtt, flott berg­hol og vit eru í Hovi. Ein nýggjur betonskúli – politiska misfostrið – er tað fyrsta tú møtir. Hovs vatn – fult av gomlum leivdum frá alivinnuni. Sama er skilið í Víkarbyrgi har ljóta skrímsli av einari gamlari smoltstøð órogvar gamla bygdarlagið.

Hvør eigur hesi gomlu rov­ini? onkur peninga­stovn­ur vælsaktans – fái hetta burt­ur ongantíð ov skjótt. Vaknið, tit sum varða av ferða­­­mannavinnuni í Suður­oy.

Vinmaðurin og eg frøðast um útsýni av Heystinum. Beinisvørð í øllum sínum veldi og so kappabygdin Sumba. Pól F, Seggjasøgur, tá menn vóru mannfólk og dirvi og sjálvbjargni vóru stavnatekin. Vit fara norður eftir til Hvalbiar. Snopprik­ur, Giljabóndin, Sjórænarir, Káragjógv, søgan livir. Gjøg­num okkara elsta berg­hol sum ídag er vandamikið og ein forðing fyri vinnu­lívsmenning Tað er at vóna at toska-alingin í Hvalba fer at roynast væl. Vinmað­urin hevur ikki verið á Fiski­eiðinum áður. Hann verður hugtikin av stórslignu náttúruni og av søguni um harðbalnan útróður og bar­dagin fyri at lívbjarga sær og sínum. Ein annar heim­ur enn okkara altjóðagjørda Tórshavn har íleggjarar og coachar hava hægri status enn innløgumaðurin.

Um eg nú skal taka munn­in rættuliga fullan so tori eg at siga at stórur partar av allari menning í Føroyum er sprottin úr Suðuroynni og við fólki sum hava røtur í oynni. Tað vóru suður­oy­ingar sum við skipinum Føroyingi lótu heimin upp fyri Føroyar og tað var vinn­an í Suðuroynni sum legði lunnar undir ta vælferð vit hava ídag. Suðuroyingar vóru altjóðagjørdir fyri hundr­að árum síðani, langt áðrenn nakar norðanfjørðs visti hvat hetta heitið merk­ir.

Tíanverri er Suðuroyggin ídag dragnað burturúr rest­ini úr Føroyum. Vinnan hev­ur tað ikki gott. Tað er trup­ult hjá fiskivinnuni uppá mangar, ikki minst við avskipingar­møgu­leikum og arbeiðsmegin gerst eldri, tey ungu flyta. At Strand­ferðsl­an bleiv privatiserað var enn eitt stórt bakkast fyri Suðuroynna siga teir.

Suðuroyingar eru lættir av lindi og skjótur til verka og til kreativa nýhuxan, men kortini kennir tu ein farra av uppgávulyndi og apati tá tosað verður um støð­una og framtíðina. Sam­starvsandin millum suður­oyingar kundi verði betur, halda teir og at oyggin varð ein kommuna. Tosar ein við ungar, vælútbúgvnar suður­oyingar við børnum norðan­fjørðs er niðurlagið at tey fegin vildi flutt suður aftur, men har er onki at fara til !

Í tosinum um eitt valdømi kan nevnast at hetta val­skeiði hevur Suðuroyggin, umframt Løgmannin, havt tríggjar løgtingslimur um­­framt at fleiri suðuroyingar eru í Landsstýri og á Tingi. Ikki verður mett at henda massiva suðriska umboð­anin norðanfjørðs hevur ver­ið til størri gagns fyri Suð­uroynna. Vinnan sigur seg ikki hava nakað samband við fólkavaldu umboðini.

Tað krevst eitt ódnartak at fáa Suðuroynni við aftur. Setið 100 mio av til økis­menning. Hugsið stórt og øðrvísi: Spælikasino, micro- øl­bryggja­rí, øko laksa­­­aling og toska aling, laxaroyking, gastro­nomi, vist­frøði saga-slóðir, kon­ference-ídnað, tjóðarpark, frið og kvirru, mentan. Nakk­ur á Tvøroyri hevur nógvar møgulleikar á hes­um øki.

Loyvið Smyrli at sigla hvørt vikuskifti um summ­arið til Aberdeen. Tað fer at gagna allari útflutnings­vinn­uni í landinum og fáa nógv fleiri ferðafólk til Suður­oynna. At minka partafelags og persónsskattin í nøkur ár í Suðuroynni so at tað gerst áhugavert hjá nýggj­um vinnum at etablera seg har er eisini ein møgulleiki, slíkur skattalækki er td., í Norður Noregi. Tá oljan verð­ur funnin er Suður­oyggin sjálvsøgd at hava oljuterminal. Er hetta óreal­ist­iskt tos, whishful think­ing? kanska, men eitt nýtt ættarlið av ungum, vinnu­lívs­hugsandi suðuroyar politik­arum fara gera mun­in.

Tørvur er á einum “think tank” av fólki norðanfjørs sum vilja oynni væl og sum kreativt og nýhuxandi kunnu stuðla vinnulivi og politik­arum.

Nú gjørdist hetta ein nak­að negativir epistul, men tað er mín staðiliga vón, at Suðuroyggin aftur gerst eitt blómandi samfelag heldur enn ein kolonihavi og Shangri La hjá suðoyringum í exili. Heldur enn bert at hyggja at Havnina eiga suð­uroyingar at snúgva sær suðureftir og lata alheimin upp sum teir gjørdu áður.

Vit sigla úteftir Tvør­oyrar­firði. Eg sigi vinmanninum frá góðum summardøgum Undir Heygnum fyri skjótt nógvum árum síðani.Eg drekki pappkaffi og hugsi um míni sum hvíla seg mill­um blómurnar við Tvør­oyrarfjørð. Sic transit.