- Mín støða er púra greið: NEI!

Leirvíkingar tykjast meiri ivingarsamir til samanleggingina enn gøtufólk. Ein teirra er Hegin Sevdal:

- Eg síggi ongan fyrimun við at leggja saman við Gøtu. Ikki ein einasta, sigur hann avgjørdur.


Gjáramorgunin var Hegin staddur á Statoil-støðini í Leirvík til fyrrapartskaffi.
Eins og vanligt er slíkar fyrrapartar, er ein hópur av mannfólki í øllum aldri komin saman her.
Hetta er undirhúsið í Leirvík. Her verða tey stóru evnini tikin fram og viðgjørd. Og her sleppa allir at siga sína hugsan um dagsins mongu evni. Her er loyvt at vera ósamdur.
Men í morgun tykist semjan at vera rættiliga stór millum hesar menninar í kaffistovuni. Evnið er samanleggingin við Gøtu. Og støðan er eitt avgjørt NEI til hesa.
Tað heldur Hegin eisini. Tí sum hann sigur:
- Vit fáa ikki nakrar serligar fyrimunir av samanleggingini. Tað verður Gøta sum fær flestu fyrimunir, sigur hann.
Hinir nikka samtykkjandi. Tað verður helst so sum hann sigur. Tann størra kommunan fer helst avstað við bróðurpartinum.
 
Spinkað og spart
Hegin hevur fylgt væl við í orðaskiftinum hesa seinastu tíðina. Og hansara meining er greið:
- Sært tú. Vit her í Leirvík hava spinkað og spart í nógv ár. Ja, tú kanst siga, at so nógv er vorðið spart her, at vit hava ikki havt ráð at stykkja út.
- Nú eru endiliga komnar nakrar milliónir í kassan. Og so skal ein beinanvegin leggja saman, sigur hann.
Í Gøtu eru stórar ætlanir innan vinnulív og mentan. Ætlanin er m.a. at útbyggja fótbóltsvøllin og gera eitt mentunarhús, eins og menn eru farnir undir handilsdepilin.
- Eg veit ikki. Vit hava eitt bygdarhús her í Leirvík. Hetta er eitt gott hús. Fara teir nú at byggja eitt mentunarhús í Gøtu, so fer tað at undirminera okkara hús, sigur Hegin.
Samstarvið innan skúlaverkið hevur eisini verið frammi í orðaskiftinum. Her hevur hann eisini eina greiða støðu: Ein átti at gjørt ein felags framhaldsskúla fyri allar tríggjar bygdirnar á Kambsdali.
- Har eru fleiri skúlar frammanundan, og tí átti ein at kunna savnað næmingarnar saman her longu frá 8. flokki, sigur hann.
 
Allar tríggjar
Skulu kommunur leggja saman er neyðugt at tær kunnu og duga at samstarva.
Hann hevur hoyrt bygdaráðslimir og onnur siga, at fuglfirðingar snøgt sagt vildu ikki við í samstarvið. Hetta varð eisini nevnt á borgarafundinum í Leirvík.
- Men eg havi tvørturímóti skilt, at Sigurd borgarstjóri í Fuglafirði nettupp hevur sagt, at hann er positivur fyri at allar kommunurnar løgdu saman.
- Persónliga hevði mær tí dámt best, um allar tríggjar bygdirnar í økinum løgdu saman í eina stóra kommunu. Hetta áttu tær allar at lagt seg eftir, sigur Hegin.
Hann er sannførdur um, at nógvir fyrimunir høvdu verið við hesum bygdunum, sum á henda hátt og reint geografiskt høvdu kunnað verðið ein virkin tríhyrningur.
- Hetta hevði eisini gagnað samstarvinum. Við trimum kommunum saman hevði verið neyðugt at funnið fram til semjur og loysnir sum allar kundu góðtaka.
- Hetta, trúgvi eg, hevði verðið til gagns fyri okkum øll!