Hóast tveir dagar enn eru til fólkaatkvøðuna hava fleiri longu verið og greitt atkvøðu.
Tað tykist nevniliga sum gøtufólk eru sera spent uppá hesa sermerktu atkvøðugreiðsluna um hvørt grannakommunurnar skulu leggjast saman í eina.
Hóast tað valdaði friður á kommunustkrivstovuni í Gøtu fyrrapartin í gjár, so er tað kortini henda atkvøðugreiðslan sum fer við nógvari tíð.
Leygardagin skulu nevniliga teir 740 veljararnir í Gøtu kommunu á val, um tey eru samd við bygdaráðnum í avgerðini um samanleggingini ella ikki.
Fleiri fólk, sum ikki vera heima valdagin, fara at greiða atkvøðu umvegis brævatkvøðu.
Ein teirra er Sædis Eilifsdóttir, sum ikki verður í Gøtu leygardagin. Tá verður hon, sum rímiligt er stødd í Tivoli í Keypmannahavn, har dóttir hennara, Eivør Pálsdótir skal hava konsert um kvøldið.
Samstarv
Tað kunnu sjálvandi vera ymiskar hugsanir um eitt slíkt mál. Men Sædis hevur kortini eina greiða støðu:
- Eg havi atkvøtt ja, sigur hon, beint eftir at brævatkvøðan er latin formanninum í valstýrinum, Måns Persson.
Líkt er til at fleiri onnur fyri ikki at siga flestøll gøtufólk eru av somu hugsan sum Sædis.
Og tað skilir hon væl:
- Tað er longu nú nógv samstarv millum báðar bygdirnar. Og so liggja tær eisini so tætt at hvørji aðrari.
- So tað er tí púra natúrligt at tvær slíkar kommunur leggja saman í eina kommunu, sigur hon.
Einasta rætta
Hósdagin í farnu viku var borgarafundur í Gøtu um hetta málið, og týskvøldið var ein líknandi fundur í Leirvík.
Men fyri Sædis hevur ongantíð verið nakar ivi um, hvat var rættast at gera:
- Eg var beinanvegin positivt sinnað fyri eini samanlegging. Tað er eisini tað einasta rætta at gera, sigur hon avgjørd.
Hon sóknar tó við, at nøkur fólk í Gøtu eru kanska ivasom í hesum máli.
- Hetta er kanska mest tey eldru. Eg trúgvi at tey ungu halda tað vera rætt at leggja saman.
-Mín støða er kortini púra greið, sigur Sædis.