Tað var ein ógvuliga rørd Jennifer Lopez, sum framførdi fyri áskoðarum leygardagin. Tað skrivar People Magazin, sum hevði ummælara á staðnum.
Jennifer Lopez og Marc Anthony eru júst blivin skild, og eftir øllum at døma hevur hetta tikið hart uppá 42 ára gomlu songkvinnuna.
Leygardagin gjørdist hon so rørd av hennara egna tónleiki, at hon byrjaði at gráta á pallinum.
-Eg fari at syngja mín seinasta sang um kærleika fyri tykkum, segði songkvinnan frá pallinum.
Stutt eftir hesa útsøgn var kærleikslívið hjá Jennifer Lopez víst fram á pallinum. Ymiskir menn, sum líkjast hennara fyrrverandi sjeikum Diddy, Ben Affleck og Chris Judd, førdu seg fram á pallinum.
Ein kvinna, sum dansaði eins og Jennifer Lopez trein á pallin, og saman við einum mannligum dansara framførdi hon dansin, sum Jennifer Lopez og Marc Anthony framførdu til American Idol í vár.
Meðan sang songkvinnan sítt seinasta kærleikshitt Until it beats no more. Tá ið sangurin var komin at enda fór Jennifer Lopez at gráta.
-Tað vekir minnir, greiddi songkvinnan frá.
Hetta veit eb.dk í dag umvegis People Magazine.