- Mín næsti bilur verður el-drivin

Tema um bilar: - Eg rokni við, at í 2030 fara bara bilar við alternativari orku at verða seldir, sigur løgmaður.

 

 

Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, koyrir í einum Ford Kuga, sum er frá 2015.

- Seinast, eg keypti bil, kannaði eg møguleikarnar við el-bili. Men, tá var menningin ikki komin har til, at tað bar til at koyra longri teinar, sum eg havi brúk fyri.

Løgmaður væntar tó, at tá hann fer at skifta bil aftur, verður tað ein el-bilur.

- Eg rokni við, at í 2030 fara bara bilar við alternativari orku at verða seldir, sigur løgmaður, Bárður á Steig Nielsen.