Mín meining um alfabetið

Talumál og skriftmál eru ein viðbrekin symbiosa

Kári M. Mortensen
---

Øll munnu vita, at talumálið kom áðrenn skriftmálið, og at talumálið burturav er týdn­ingarmesta amboðið hjá hvørjum einstøkum av okk­um at samskifta við. Vit vita eisini, at skriftmálið hevur ómetaliga stóran týdning. Tað er sjálvt grundarlagið undir okkara framkomnu civilisatión. Í Føroyum skulu vit hava eitt livandi talumál og eitt sterkt skriftmál, sum dynamiskt og kreativt lagar seg til talumálið. Livandi talu­mál, so at øll, sum tosa før­oyskt, skulu føla seg væl uttan mun til, um tey mál­­bera seg á “røttum før­oysk­um” ella við ramastu valara­dialekt, og sterkt skriftmál, tí at skriftmálið allatíðina skal lofta og rúma talumálinum og seta tað í neyðugar ramm­.ur.

Alfabetið er eitt praktiskt amboð
Alfabetið ella stavraðið er ein listi við øllum teimum bókstavunum, sum eru neyð-ugir fyri at skriva føroyskt og øll hini málini, sum vit dagliga eru í kontakt við.
Hyggja vit at alfabetunum í Europa, síggja vit, at øll okkara grannalond nýta tað latínska alfabetið – tað er stórt sæð allir bókstavirnir á knappaborðinum í øllum teldum og fartelefonum. Einasta undantakið er Ísland, har c,q,w og z eru strikað (tó ikki á knappaborðunum!).

C,Q,W,X,Z í gerandisdegnum
Eg havi í mínum arbeiði sum lærari í matematikk, kemi og biokemi og sum orku­ráð­gevi dagliga brúk fyri øllum alfabetinum. Hvussu skulu vit samskifta utt­an t.d. cm (centimetrar), x-ás, cos (cosinus), oC (gradir Celsius), Zn (Zink), C (Carbon), x-kromo­som, C-vitamin og kW(kiloWatt)? Q er kanska tann minst nýtti av hesum bók­stav­un­um. Men í fremm­anda­málum, sum vit læra, er hann meira van­ligur, og q er við í latínska alfabetinum, ið sum nevnt øll tey europeisku londini nýta. Tað eru nóg góðar grundir til, at q eins og c,w,x og z skulu vera í før­oyska alfabetinum.

Málráð á skeivari kós
Í Føroyum vil eitt mál­ráð strika c,q,w,z og so meira víð­gangandi enn Ís­land har­aftrat x. Grund-gev­ing­­arnar virka ikki serliga sann­førandi. Tað allarminst sann­førandi er, at tað skal vera “loyvt” at brúka hesar stavirnar, teir skulu bara ikki vera í alfabetinum??
Mær tykir, at støðutakanin meira er ideologisk enn mál­frøðilig. Men ein støðu­takan, sum hevur so bland­aða undirtøku, sum hend­an, er ikki heppin fyri væl­meinta tjóðarbygging. Eisini er fryktandi fyri, at skerda alfabetið verður brúkt sum grundgeving fyri at hava serføroysk nøvn og stavimátar í nýggja før­oyska skúlaatlasinum. Nøvn, sum víkja ørkymlandi nógv frá inter­nationalari navna­gev­ing.

Alfabetið og málið skulu vera inkluderandi
Tað er heilt avgerandi, at vit øll føla okkum heima bæði í tí talaða og í tí skriv­aða málinum. Alfabetið og málið skulu ikki vera eksklu­derandi – tey skulu ikki útihýsa bókstavum, orð­um og nøvnum, heldur skulu tey vera inkluderandi – fevn­andi.
Føroyska alfabetið skal vera kompatibult við onnur alfabet, stavimátarnir skulu vera rúmligir, úrvalið av orðum – føroyskum, gomlum føroyskum, fremmandorðum og nýorðum skal vera so stórt, sum tað er brúk fyri.
Og brúk er fyri, at her er høgt til loft og vítt til veggja, eisini í málsligum spurn­ingum.

Tórshavn 15. februar 2014