Dan R. Petersen
Tann seinasta mánaðin havi eg regluliga við greinastubbum og í kringvarpi viðgjørt evnir , ið avgjørt treingja til at strammast upp.
Evnini eru hesi: Sáttmálin skal haldast
Munandi hægri pensjón
Avrokning til tíðina
Betri arbeiðsumhvørvi
Betri tryggingarviðurskiftir
Stabilar sáttmálar
Útgjald frá Als.
Betri tænastu frá F. F.
Eitt viðkomandi F. F.-blað
Valið skuldi verið einfalt. Eg fari tí at biðja allar sjómenn krossa seðilin, meðan hann enn liggur á køksborðinum, og fáa hann í postkassan, áðrenn hann verður gloymdur.
Nýggj tíð skal koma.