- Eg vildi ynskt, at eg, eins og flestu føroyingar kundi gingið í tjóðarbúnanum, men eg beri ein annan og sera littríkan búna, sigur klovnurin Bu Bu.
Eitt er tað, at hann ikki sleppur í tjóðbúnan. Hann skal haraftrat, eins og flestu kvinnurnar í Føroyum, leggja sminku á í góðan ein tíma, áðrenn eg kann siga at nú eri eg klárur.
Men so byrjar tað eisini, firvaldarnir í búkinum, stigin á økslina, kuffertið í hondina og so leitandi millum fólkið, foreldur, børn, barnsligar sálir og øll og upp á pallin, ella til nakrar myndatøkur, bæði áðrenn og aftaná.
Fyri klovnin er tað at undirhalda og stuttleika, har børn, foreldur, ommur og abbar eru, so lívsjáttandi, at øll burdu sloppið at roynt hesa ábyrgd, rollu og/ella uppgávu.
- Eitt smíl, ein stuttlig viðmerking, eitt aftursvar, ein hjálpandi hond og tað forvitnið, ið børnini sita við - ert tú ein veruligur klovnur, ella ert tú "bara" ein ið er málaður. Og er nøsin verulig, ella er hon plastik?
- Ja, meðan mong ganga oman og niðan eftir Áarvegum og yvir á Skálatrøð, so er mín Ólavsøka allastaðni, - allastaðni, har ein ella fleiri hava hug at heilsa uppá Klovnin Bu Bu ella eru møtt til at taka myndir ella síggja framførsluna á pallinum á Skálatrøð klokkan 17 ídag.
--
VINN GUÐRUN & GUÐRUN
Send okkum eina mynd av tær sjálvari/sjálvum, og ein lítlan tekst, har tú skrivar, hvussu tín ólavsøka plagar at vera. Tú mást gjarna fortelja okkurt, sum er eitt sindur serligt. Vit gera síðani lítlar ólavsøkugreinir til Portalin, og tá ólavsøkan er av, draga vit millum øll innsend og almannakunngjørd innsløg um eina troyggju frá Guðrun og Guðrun. Tú velur sjálv/ur, um tað skal vera ein kvinnu- ella harratroyggja.
Send mynd og tekst til hesar BÁÐAR adressur:
redaktion@knassar.fo
og
leif.laadal@gmail.com