Anja Johansen er nevndarlimur í LGBT Føroya, eins og eina av fyriskiparunum av PRIDE Føroya, ið varð hildin fyrr í dag. Ein stórur partur av døgunum hjá Anju undan ólavsøkunu fara tí til at fyrireika stórus skrúgonguna.
- Tey seinastu 4-5 árini havi eg byrja ólavsøkuna við at feiðra PRIDE Føroyar, og tað geri eg aftur í ár, sigur Anja, ið sær hetta sum ein sera tídningarmikil partur av ólavsøkuni, tá ið hon ynskir einar rúmligari Føroyar, har pláss er fyri øllum.
- Annars hugni eg mær fyri tað mesta saman við vinum. Eg gangi havnar gøtur upp og niður til tann ljósa morgun. Gongulagið er kanska ikki altíð líka pent, men tað fylgir eisini við ólavsøkuni, sigur Anja.
Umframt PRIDE skrúgonguna hevur Anja ikki so nógv føst tiltøk, eru ein fastur táttur hjá henni á ólavsøkuni. - eg royni tó altíð at fáa kabarettina við. Tað er sera stuttligt at sita og flenna eftir øllum ið hendir í Føroyum, og at tað ikki altíð er so alvorligt tað heila, sigur Anja.
Spurd um hvat tað besta er við ólavsøkuni, sigur Anja, at hetta heilt víst er tann góði stemmningurin.
Tað er nakað heilt serligt yvir tí, og tað er nokk ein blandingur av, at útisetar eru heima, sum ein rennir seg í mitt á gøtunui, og at tað serliga er tann føroyski búnin ið prýðir havnar gøtur. Eisini er ólavsøkukappróðurin eitt nummar fyri seg, og har samlast so ótrúliga nógv fólk. Umframt alt hetta er blíðskapurin eisini í hásæti, og hvar enn ein so fer at vitja, so fer ein ikki svong ella týst útaftur, sigur Anja.
Anja hevur sera torført við at finna fram til nakað, ið hon metur er minni gott við ólavsøkuni.
- Eg haldi ikki at eg nakrantíð havi gjørt mær tankar um, hvat ikki er so gott við ólavsøkuni, tí eg hugni mær so gevaldigt, at eg síggi kanska bara tað góða, sigur Anja, ið tó kann viðmerkja, at vit konufólk leita altíð eftir einum wc.