Mín ketta dansar tango

   

Vit kundu ringja inn til útvarpið fríggjamorgunin. Hetta var ein frálíkur máti at koma við heilsu og siga fólki frá tí, sum fór fram ímóti nøkrum neyðars kettum. Alt gekk væl, eg kom rættiliga skjótt ígjøgnum og slapp at velja mær eitt lag. Útvarpið skuldi ringja aftur, men ongin ringdi. Tit fáa heilsuna her ístaðin:

Góðu tit øll.
Summa staðni veksur talið av kettum, ið ongan góðan hava. Onkur kommuna hevur fólk til at fanga tær og drukna tær. At drukna dýr er at geva teimum ein óneyðuga langan og pínufullan deyða. Hetta er djórapínsla, og tað er ikki loyvt. Havið í huga, at hesar kettur eisini taka mýs og rottur. Har sum ketta er, koma ongar rottur og mýs. Ketturnar gera tað, at okkum ikki nýtist at leggja so nógva gift út. Vit áttu at hjálpt kettunum ístaðin.