Mín jólabók 2008 er full av stuttligum og hugnaligum jólasøgum. Tíggju høvundar og sjey teknarar eru við í bókini hesaferð
Jólatíð er gleðistíð ? í hvussu er sambært káta jólatrænum á permuni á Míni jólabók. Í staðin fyri at lata hini dansa um seg er træið sjálvt farið at dansa.
Mín jólabók 2008 er full av stuttligum og hugnaligum jólasøgum. Allar søgurnar eru nýskrivaðar og vakurt myndprýddar.
Adventsøguna hevur Sámal Kristian Jacobsen skrivað og Herdis Jakobsen teknað.
Tíggju høvundar og sjey teknarar eru við í bókini hesaferð. Jólabókin er eisini full av hugskotum um ymiskt, sum kann gerast til jóla, har er bæði at baka og binda, klippa og líma.
Uppgávur eru eisini í bókini m.a. krossorð og sudoku.
Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman ? børn og vaksin ? í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
Mín jólabók er 80 bls, innbundin, og fæst í bókhandlum.
Tað er Bókadeildin, sum gevur út