Mín jólabók 2003

Mín jólabók 2003 er nú at fáa í bókabúðum kring landið. Henda jólabókin er tann 53. í røðini

Í bókini eru nógvar nýskrivaðar søgur: Beinta og Rasmus eftir Riu Hansen, Ravnurin eftir Páll Jacobsen, Herverk eftir Maud Heinesen, Jólakrím eftir Iris Johannu Thomsen, Tina og violinin eftir Elina Mortensen, Svartaklukkan og grindalokkurin eftir Petur Mohr Reinert, Jólagásin ið slapp við lívinum eftir Bettu á Dalinum, Dunnujól eftir Elina á Rógvu, og Søgan hjá ommuni eftir Moniku Stauss Joensen. Sonja Klein, prestur hevur skrivað inngangin Markleysi gleðiboðskapurin røkkur um ævir.
Yrkingarnar eru: Tann fyrsta flykran fall í dag og Ein dag eg lá í bønum eftir Sólrún Michelsen, Vetrarmorgun og Vøgguljóð eftir Halldóru Dam, Jólakvøldsvísa, Abbasa vinur og Tey smáu míni eftir Óðin Ódn, og Jólasálmur og Nyggjárssálmur eftir Kjartan Stakksund.
Afturat hesum eru eisini ein týdd søgn og tríggjar týddar søgur: Tutokanula, Jólakortið, Jól á sjúkrahúsi og Húskallurin hja einkjuni.
Hendan jólabókin er sum sagt tann 53. í røðini. Tann fyrsta kom í 1950, og síðan er hon komin á hvørjum ári uttan í 1958.
Mín jólabók 2003 er 118 síður, heft og kostar kr. 70 í bókabúðunum. Bókin er umbrotin, prentað og heft á Pf. Einars Prent.
Tanya Joensen hevur myndprýtt bókina í ár.