Tað fyrsta eg visti um Karl, var í Nonnuskúlanum. Hann var eins og eg, kendur millum hinar dreingirnar fyri at duga væl at tekna, so longu her var kimin lagdur til hansara lívsleið.
Karl vaks upp í Lonunum í Eysturbýnum, meðan eg vaks upp í Rættará í Vesturbýnum, og tá man er smádrongur, ferðast man ikki langt heimanífrá, man er í tí kenda umhvørvinum, og tískil møttust Karl og eg ikki fyrrenn vit fóru í skúla.
Ikki tí, vit sum vuksu upp aftan á kríggið, møttust altíð onkunstaðni til tey tiltiknu kríggini, sum vóru millum býarpartarnar – hetta vóru sannar órrustir, har allir dreingirnir, ella en stórur partur av teimum høvdu eingilskar stálhjálmar frá krígnum – vit í Rættará høvdu allir stálhjálm.
Summi kvarter vóru serliga farlig at ganga ígjøgnum, og tað vóru serliga hesi kvarterini, sum eisini høvdu teir villastu hermennirnar, og vóru hesir serliga djarvir og harðligir – hesir vóru reynadreingir, skansadreingir, rabarburnar og eg haldi at lonadreingirnir, altso Karl og teir vóru eisini millum teir villu, og ikki var lukkuligt; tá ið dreingir frá hesum kvarterum, eins og grashoppur sveimaðu inn í eins egna kvarter.
Tað vildi vísa seg, at hann, eins og eg, fór í timburlæru hjá Petur í Gong, og har høvdu vit mangar góðar løturnar saman, og ógloymandi vóru dansikvøldini í Sjónleikarhúsinum, tá ið Faroe Boys spældu.
Vit arbeiddu báðir sum timburlærlingar við at byggja studentarskúlan í Hoydalum – hetta var í 1963.
Karl var lættur av lyndi, og altíð var hann í góðum lag, og tað er mín metan, at hann hevði góða fólkatekkju og serliga helt eg, at hann gjørdi lukku hjá kvinnunum – tað øvundaði eg honum eitt sindur, tí um hetta mundið var eg av smædnastu ungu monnum, og hevði ilt við at fáa fatur á gentunum, tordi líkasum ikki, soleiðis sum Karl, at kontakta tær.
Karl fór síðani niður at lesa til bygningskonstruktør, og tá skiltust okkara vegir eitt skifti.
Tá eg sjálvur fór til Danmarkar at lesa til byggifrøðing, møttist eg og Karl á tí føroyska vertshúsinum “Skarv”, og har sat hann saman við einari sera vakrari kvinnu, og helt eg: sjálvandi hatta var jú Karl. Tann vakra kvinnan var Ingvør Nolsøe, og tá Karl presenteraði okkum hvør fyri øðrum, legði hann doyin á at “Albert var giftur og átti børn”. Soleiðis kom eg at kenna Ingvør, og hava vit havt gott vinarlag síðan, øll vit trý ella rættari vit fýra, tí Katrin kom upp í hetta vinarlag, og vil eg bera tær bestu heilsanir frá henni, tí hon er stødd í Keypmannahavn hjá Beintu, sum nú ger seg lidna við HF, hon ætlar sær at lesa arkeologi.
Karl spurdi meg, hvat mínir planir vóru, og segði eg, at eg ætlaði mær á arkitektaskúlan, hetta dámdi Karl at hoyra, og hann hevði hugsað sær tað sama, og soleiðis bar tað til at vit komu at ganga hjá sama proffessara – Halldór Gunnlaugsson á byggekunst – hetta var summarið 1971.
Her høvdu vit, saman við Mads T. Møller, Jón H. Jóhannesson og Tróndi Fuglø, nógvar góðar løtur hesi trý árini, vit lósu saman og loystu nógvar uppgávur saman í bólkaarbeiði og eisini hvør fyri seg.
Tíðin á arkitektaskúlanum var minnisrík, og ikki minst, tá vit gjørdu okkum lidnar og høvdu eitt rimmar gildi fyrst í Tivoli og síðani til stórt borðhald í “Søpavellionen” við sjógvarnar, og maturin var gjørdur av sjálvari smyrjubreyðsdrotningini í Danmark, Idu Davidsen – ein ógloymandi løta, ein gastronomisk uppliving av teim størstu – tíðin er nú juni mánaður 1975.
Síðani fór eg aftur til Føroyar, og skjótt fylgdu Karl, Ingvør og tann nýggji Martin við, og tað bar so til, at vit komu at búgva í sama húsi hjá mammu við J. C. Svabosgøtu – hetta var fyri okkara viðkomandi í december 1975, og Karl og tey komu heim fyrst í 1976.
Karl fór at arbeiða hjá Landsverk og eg hjá Palla Gregoriussen. Okkara vinskapur og grannalag stórtreivst, og vit vóru mangan inni hjá hvørjum øðrum til gaman og álvara.
Tað kann verða vert at nevna, at tað arbeiði Karl legði stórar kreftir í at fremja, var tann nýggja byggisamtyktin fyri alt landið, og sum bleiv handað landstýrinum í 1983, og sum hvarv í gloymskunnar havi, onkunstaðni millum skyns og hold úti í Tinganesi, og er ongantíð sædd aftur.
Tó sigst eitt eintak at verða eftir......
Um hetta mundið stóð Landsverk fyri at fáa til vega býarskipanir fyri allar býir og bygdir í Føroyum, og var tað Karl, sum stóð fyri hesum arbeiði, og hevur hann her lagt dygdararbeiði eftir seg.
Seinastu nógvu árini gjørdist Karl álvarsliga sjúkur av krabbameini í hálsinum, og vóru Katrin og eg og vitjaðu hann í Århus. Hóast sjúkan merkti hann nógv, var hann bæði fryntligur og blíður við okkum, tá vit vitjaðu. Tá sáðst, at hann ikki fór at hava langt eftir, og so var.
Tað var sum um eydnan ikki altíð var við Karl. Sum ungur drongur misti hann pápan og nakað seinni beiggjan – Eg hevði lyndi til at halda, at hann var ikki føddur við einari silvurskeið í hondini, men hann hevði so mangt annað t. d. tað góða lyndið.
Hóast hetta merkti eg ein farra av beiskleika hjá honum mótvegis teim vælbjargaðu, tí hann trúði upp á rættin hjá øllum til eitt gott lív, og hetta kom til skjóndar hjá honum í hansara politisku áskoðan – Hann var sannur javnaðarmaður alt sítt lív.
Takk fyri alt gott góði Karl og hvíl í friði, góði vinur.
-----
Albert Isfeld