Mín føroyski búni : Gudrun Petursdóttir Mortensen

Gudrun hevur ein búna, ið er eitt sindur av hvørjum, okkurt er arva, meðan okkurt er nýtt, men búnin hevur søgu og er nakað heilt serligt fyri hana. Hon hevur samla í útvið 9 ár og í 5 ár hevur hon átt fullan búna, alt uttan skógvar og møttul.


Tað byrjaði við at hon fekk eina brosju í konfirmatiónsgávu og sigur Gudrun soleiðis frá:


Eg eri glaðast fyri brosjuna, hana fekk eg í konfirmatiónsgávu frá ommu og abba. Brosjan var tað allar fyrsta eg fekk av búnanum. Eg eri eisini orduliga glað fyri at hava møguleikan at brúka tey klæðini mamma fekk tá hon var ung.


Silvurið havi eg ynskt mær í gávu ígjøgnum nøkur ár, og eisini keypt onkra mallu sjálv, so tað er alt nýtt.


Troyggjuna bant mamma til systur mína.


Stimin, brystið, beltið sjálvt, turriklæðið, fyriklæðið og skjúrtið er frá mammu, sum hon fekk tá hon var liðug í 10.flokki 16 ára gomul.


Skjúrtið hevur langomma mín somuleiðis seymað mammu.


Hvussu plagar tú at lata teg í tíni føroysku klæðir ?


Eg havi prøva at brúkt bæði fullan búna og uttan turriklæði og fyriklæði, mær dámar tó best uttan turriklæði, men havi altíð eitt bundnaturriklæði við mær, sum omma hevur bundið til Mammu fyri nógvum árum síðan.