Beinta hevur sum oftast brúkt føroysk klæðir á ólavsøku, men hettar er fyrsta ári hon eigur meginpartin av búnanum sjálv.
Hon greiðir soleiðis frá um sín búna:
Eg havi faktisk altíð lánt føroysk klæðir frá Mammu, men í ár er bert skjúrtið og fyriklæði hjá mammu .
Eg havi leingi ynskt mær mítt egna sett, so í ár havi eg keypt mær smykkur og troyggjuna hevur systir mín bundi .
Skjúrti er útvið 60 ár og er vovið av 2 blindum brøðrum úr Sumba, hettar haldi eg er nakað heilt serligt.
Eg eri glað fyri allan búnan sum hann er og dugi ikki at siga hvat mær dámar allar best, tí tað er alt líka serstakt.
Hvat heldur tú um føroysk klæðir sum heild ? Skulu vit varðveita hesi traditionell ella er tað í ordan at gera broytingar soleiðis sum tað hugar einum sjálvum?
Mær dámar væl at føroyski búnin er broyttur eitt sindur ígjøgnum tíðina, serliga tað at í dag kanst tú eitt nú taka turriklæði burtur, men eg haldi heldur ikki at man skal broyta nógv meira enn tað.