Mín eygleiðing av Karlamagnusarbreyt

Eg haldi tað er ilt at fáa eyga á hvat vendir upp og hvat vendir niður. Tó koma vit ikki uttanum, at her eru hend misstøk ið koma at kosta kommunukassanum dýrt. 

Eg haldi at tað er var eitt áhugavert prát John Brian hevði við Albert Isfeld arkitekt í Degi & Viku í kvøld. Albert ið er hollur í ráðum, dugir væl at lýsa greitt hvussu hann sær hesa arbeiðstilgongd yvirskipað. Í hansara greiðu niðurstøðu, at pengarnir stýra úrslitinum, haldi eg meg eisini her hóma somu orsøk sum í fleiri av undanfarnu greinum hjá mær. Tað verður ikki hugsa í nóg stórt mát, tá ið ið man leggur arbeiði tilrættis og víðari til múrurin rakar. 

Fyrst hevði ein ábyrgdina av arbeiðinum, síðan leverað til onkran sum aftur ikki fekk arbeiði gjørt liðugt. Arbeiðsavrikið steðgar upp, meðan tað gera rokningarnar tvørtur ímóti. Tí stendur úrslitið soleiðis, sum vit síggja alla ónøgdina um. Onnur sýnast ráðaleys. Tað reina kaos. 

Hetta er enn eitt livandi dømið uppá hvussu galið tað kann ganga, tá ið man umsitur nógvan pening og missur tamarhaldið. Hetta er tó í størri mát. 

Albert lýsir millum annað hendan vindtunnilin tveir blokkar hava skapt. Tað ljóðar ógvusligt tá ið hann lýsir eina møguliga loysn, við at bróta hendan niður. Men sannleikin er hin sami, hetta eru misstøk ið koma at verða ógvuslig og dýrar eykarokningar. 

Niðurkókað vóni eg, at vit síggja fram ímóti einum ørvísið hugburði tá slík mál skula avgreiðast í framtíðini. Politikkarin hevur ábyrgdina, av at tryggja bestu umstøður til umsitingina at arbeiða eftir. Umsitingin hevur síðan ábyrgd av tí fakliga avrikinum í arbeiðinum. Óansæð hvussu samgongan kemur at síggja út dagarnar eftir 10 novembur, er mín stóra vón at man kemur á betur stev enn hetta. 

Kommunukassin er eitt, men mín innarliga vón er at tey sum hetta rakar allar mest, fólk og vinnuna uppi við Karlamagnusarbreyt, fáa tað raðfesting tey hava uppiborið. Óansæð hvør man er frá mynduleikanssíðu, so má komandi býráð fáa hetta málið loyst, har borgarin kennir seg aftur í teimum rættingum ið verða gjørdar. 

Minni peikaríð – meira býráð fyri Borgaran

Bergur Robert Dam Jensen

Valevnið á lista C til Tórshavnar Býráð