Mín elskaði Petur Arni. Fólk siga so ofta, at tíðin lekir øll sár, eg veit ikki um tað- er satt. Eg veit bara tað, at saknurin eftir tær er so ómetaliga stórur.
At fáa slík boð, at tú vart deyður. Tað var so ómetaliga tungt, tað kann ikki forklárast í orðum. At tú skuldi fara fr´aokkum, bert 18 ára gamal, er so torf´ørt at skilja. Ongin av okkum dugir at síggja nakra meining við tí, men einaferð fáa vit svar, góði Petur Arni.
Men elskaði Petur Arni, hvør troyst er tað ikki at vita, at tú vart ein frelstur drongur. Tað er tann einasta troystin, vit hava, at vit ein dag skulu síggja teg aftur.
Tá ið eg og onnur minnast teg góði beiggi, tá minnast vit teg við gleði. Tí altíð vart tú í góðum lag, og altíð var eitt smíl at fáa. Tú vart sum rokan í fjøruni, buldrutur og ikki vildi tú sita heima í frið. Tú skuldi altíð út at roknast við vinunum.
Sjálvt á arbeiðsplássinum vart tú sum ein sól fyri hini. Og eg veit, at tey sakna teg.
Øll, sum kendu teg, góði Petur Arni, elskaðu teg av hjarta, vit kundu ikki annað.
Takk fyri tað, sum tú vart fyri meg og onnur.
Takk fyri góð minnir.
Hvíl í friði.
Systir tín