Anette Sonne, sum í fleiir ár átti og rak blómuhandilin Orkis á Glyvrum, sigur, at árið 2016 hevði nógvar góðar upplivingar við sær.
- Í árinum var eg ógvuliga nógv uttandura. Eg eri eitt úti-menniskja, og eg elski føroysku náttúruna - í øllum veðri. Eg elski tær góðu og ljósu summarnæturnar, frælsi og friðin, og seinasta ár høvdu vit endiliga summar í Føroyum. Saman við 200-300 øðrum "sports freaks" - vinkonu og svigarindu - hava vit gingið/ runnið tvey fantastisk 1/2 maraton í Føroyum í besta summarveðri.
Hon heldur, at tað er nakað heilt serligt at uppliva Føroyar í vakrasta veðri. Tað kann ikki lýsast, men má upplivast.
Anette Sonne heldur, at tað keðiligasta í júst undanfarna ári var ótti, yvirgangur og kríggj úti í heimi. Hon heldur, at her í Føroyum eru trupulleikarnir smáir í mun til trupulleikarnar annars í heiminum, vit liva í.
Hvat serstakt hugsar hon so um at gera í 2017?
- Eg ætli mær so nógv, og tað er altíð gongd í fleiri tingum. Men, eitt vakstrarhús er ivaleyst tað, eg havi snakkað mest um í júst undanfarna ári og tað at arbeiða úti í havanum. Tað má vera mítt mál í nýggja árinum at fáa onkrar av mínum kreativu dreymum til veruleika.
At enda ynskir Anette Sonne øllum eitt blomstrandi gott nýggjár.