Uml 12
Deiggj:
25 g av sukri
1 egg
50 g av geri
1 dl av mjólk
1/2 tsk av salti
300 g av mjøli
1 dl av flótandi Becel ella 100 g margarin
Køkukrem:
2 egg
1/2 tsk av vaniljusukri
4 spsk av sukri
2 spsk av Maizena majsstívilsi
2½ dl av mjólk
.. ella tú kanst keypa liðugt køkukrem (og tað er minst líka gott)
Sjokulátuglaring
125 g av flormelisi
1 spsk av kakao
2 spsk av kókandi vatni – ella til tað er passaliga tjúkt (apelsinsaft kann eisini brúkast)
Lunka mjólkina og rør gerina í. Tá gerin er upployst, skal alt eltast saman.
Er deiggið heldur bleytt, so koyr eitt sindur meira av mjøli í.
Deil deiggið í tvey, rulla út, og sker hvørt stykkið í seks fýrakantar.
Legg passaligt av køkukremi á fýrakantin, tak í tey bæði hornini, skrátt yvirav hvørjum øðrum, inn móti miðjuna og klemma væl saman, so kremið ikki rennur úr, meðan bollarnir verða bakaðir.
Vend teimum, so samankomingin vendir niðureftir, og legg teir á plátuna at ganga í 15 min.
Hita ovnin til 200 stig.
Baka eina plátu í senn mitt í ovninum í 15-20 minuttir, til bollarnir eru ljósabrúnir.
Kann vera, at nakað av kreminum er runnið úr undir bakingini, men tað bilar einki.
Tá bollarnir eru kølnaðir, smyr sjokulátaglasur á.
Uppskrift: Guðrun Heðinsdóttir Mortensen