Má í mesta lagi vera fyribils

Føroya Arbeiðsgevarafelag er ímóti uppskotinum, sum nú er lagt fyri Løgtingið um at landskassin skal lata stuðul til at innflyta frystan fisk til virkingar Í eini viðmerking til uppskotið sigur felagið, at prinsippielt verður ikki undir við, at studningur verður veittur til vinnuvirksemi í Føroyum.

- Føroyska fiskivinnan líður undir stórum bygnaðarligum trupulleikum. Raksturin í vinnuni hongur illa saman fíggjarliga og Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at grundleggjandi viðurskifti mugu takast upp soleiðis at fiskivinnan gerst fíggjarliga burðardygg.

Felagið heldur, at studningur til at virka frystan, innfluttan fisk, fer ikki at stuðla uppundir at hesi viðurskifti verða loyst.

Men ger Løgtingið av at stuðul skal latast til slíkt virksemi, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til at skipanin í øllum førum bara verður tíðaravmarkað.

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at tað kann eisini vera í stríð við handilssáttmálan við ES at lata stuðul til at innflyta frystan fisk og hon vil hava politiska myndugleikan at kanna tað, áðrenn nøkur stig verða tikin á økinum

Og felagið mælir eisini frá at seta í verk skipanir í Føroyum, sum kunnu seta útflutningin av fiskavørum í vanda fyri tiltøkum.

Hinvegin hevur Samtak tikið undir við ætlanini at veita stuðul til at innflyta frystan fisk til virkingar her heima fyri at bøta um arbeiðsloysi. Samtak hevur áður boðað frá, at óvanligar tíðir krevja óvanligar loysnir og fyri at stuðla upp undir síni sjónarmið, hevur Samtak sent politiska myndugleikanum eina talvu, sum vísir lønargjaldingarnar í januar mánaði hesi seinastu árini í ymsum vinnugreinum og tað sæst, at talan er um, at lønirnar fella allastaðni.

Annars tekur Samtak undir við ætlanini og vísir á veksandi arbeiðsloysi og minkandi lønargjaldingarnar, soleiðis sum talvan vísir. Talvan vísir lønargjaldingar í januar mánaði hesi seinastu árini í ymsum vinnum og tær eru falnar seinastu árini