Mølvig venja Havnabátin

Kendi danski rógvarin Stephan Mølvig skal næsta ár rógva við Havnarbátinum. Hann skal eisini vegleiða øðrum manningum í felagnum, skrivar heimasíðan hjá Havnar Róðrarfelag. Tey, sum fylgja við altjóða rógving, kennast væl við Stephan Mølvig. Umframt at vinna danska meistaraheitið, so hevur hann vunnið olympisk gullheiðursmerki og nógvar altjóða kappingar. Í 2005 róður Stephan Mølvig við Nevinum Reyða hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.