Serliga í seinna hálvleiki var tað undirhaldandi, tá ið næstbesta liðið hjá Skála tíðliga seinnapartin hevði vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ.
Fótbóltsspælið var gott, og tað vóru heilt góðir málmøguleikar í báðum endum.
Úrslitið var 1-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til KÍ.
Veteranurin Kristian Joensen vardi KÍ málið, og onkra ferðina bjargaði hann meistarliga.
Nýggjur í Skála málinum var átjan ára gamli Martin Danielsen, og hann stóð seg væl.
Eftir uppspæl í vinstru og innlegg var tað nýggi amerikanski spælarin, Darius Lewis, sum legði gestirnar framum í átjanda minutti. Hann var framrættaður í høgru, og tað var við handara stólpan, at hann stýrdi bóltin í málið.
Skála javnaði tríggjar minuttir eftir hvíldina. Miðverjin Julian Mikkelsen tveitti seg fram og stútaði í málið eftir at vongverjin í vinstru, Leivur Zachariassen, við frísparki hevði lagt innfyri.
Merkisvert er tað, at átjan ára gamli Julian Mikkelsen fyri einari viku síðani vardi málið hjá Skála, tá ið tað á Sandi endaði 0-0. Fyri einari viku síðani var Julian ein av lyklaspælarunum, tá ið hann helt tætt, og í dag var hann aftur ein av lyklaspælarunum, tá ið hann var málskjútti.
Í triðja umfari eigur Skála heimavøll í grannauppgerð ímóti EB/Streymi.
Í triðja umfari skal KÍ spæla í Gundadali ímóti B36.