Skála vitjanin hinumegin fjørðin kostaði nógv. Eitt er, at teir einki stig fingu við til hús aftur. Eitt annað er tað, at málverjin, Igor Bjarni Kostic, noyddist av vøllinum við nógvari pínu. Seinni vísti tað seg, at okkurt bein var brotið í hondini.
- Higartil hava vit verið hampuliga spardir fyri skaðar. Nú vórðu vit orduliga raktir. Pauli G. Hansen er orduliga skaddur, men vit vóna, at hann verður tøkur aftur eftir summarsteðgin. Alexandur Johansen var sjúkur mikudagin. Hann verður ivaleyst við sunnudagin. Tíbetur eiga vit í Heina Kristiansen góðan eykamálverja. Men vit mugu staðfesta, at tað kennist meint, tá ið fleiri eru burturi, sigur Pauli Poulsen, hjálparvenjari á Skála. Hann heldur ikki, at tað er nakað at siga til, at NSÍ vann.
- Vit spældu ikki væl, og teir vóru væl skipaðir og grammir. Vit megnaðu ongantíð at spæla okkum til upplagdar málmøguleikar, og tá ber ikki til at vinna.
Á Skála vóna teir, at Sveinur Justinussen verður við eftir summarsteðgin. Hann hevur vant eitt sindur, men hevur annars hugsað mest um at fáa studentsprógvið frá hondini. Tað fekk hann í gjár, og nú fer hann at hjálpa Skála. Í fjør var gávuríki bóltspælarin ein tann stinnasti á Skála miðvøllinum.