Tað er nú greitt, at Símun Rógvi Hansen eisini í 2017 fer at verja NSÍ málið. Felagið skrivar á heimasíðu síni, at NSÍ og Símun Rógvi Hansen í gjár skrivaðu undir nýggjan sáttmála, sum bindur partarnar hvør at øðrum í 2017.
29 ára gamli Símun Rógvi hevur vart NSÍ málið í seytjan av nítjan dystum í bestu landskappingini, og tað hevur riggað væl hjá Símuni Rógva í Runavík. Símun Rógvi var leikbannaður í tveir dystir eftir reyða kortið í 2-1 sigrinum ímóti TB á útivølli í fyrsta umfari í steypakappingini. Hetta var 24. apríl.
Átjan ára gamli Karstin Hansen, sum er málverji á liðnum í fyrstu deild og eykamálverji á besta liðnum, har hann hevur spælt tríggjar dystir, skrivaði í gjár undir nýggjan tvey ára sáttmála, sum ber við sær, at hann verður NSÍ spælari í 2017 og 2018. Hóast bara átjan ára gamal so hevur Karstin Hansen higartil spælt 65 dystir á næstbesta liðnum, og haraftrat hava boð verið eftir honum á U-17, U-19 og U-21 landsliðunum.
Seinnapartin í morgin fara Karstin Hansen og næstbesta NSÍ liðið at spæla á Argjum.
Sunnudagin fara Símun Rógvi Hansen og besta NSÍ liðið at spæla grannauppgerð á Skála.