Málverjar í toppflokki

Ferðin var annars nógv og opnu møguleikarnir sera nógvir, tá Neistin tók ímóti H71.

Men har verjurnar ikki vóru so sannførandi, vóru teir báðir málverjarnir tað.

Eftir at Neistin fyrstu løtuna vann sær eina hampuliga leiðslu, høvdu hoyvíkingar hópin av 100% møguleikum at skjóta seg í minsta lagi upp á javnt, men fleiri framúr bjargingar frá Ára Dam forðaðu tó hesum.

Og tað gav eisini Neistanum sínar møguleikar at punktera dystin, men hesum forðaði ein eins væl spælandi Levi Nybo fyri.

Ikki fyrr enn Ingi Olsen móti dystarenda setti seg sjálvan á vøllin, eydnaðist Neistanum at skúgva ivan til viks, og tá fór luftin úr H71, soleiðis at talan gjørdist um stórsigur.

 

Fyri Neistan skeyt Finnur Hansson 11 mál, og tað sama gjørdi Dánjal Torgarð fyri H71.

 

Neistin-H71 33-27 (15-13)