Venjarin hjá Neistanum heldur eins og venjarin hjá VÍF ikki, at hesin dysturin fer at hava altavgerandi týdning. Hann metir, at bæði liðini kunnu loyva sær at tapa dystin uttan at missa møguleikan fyri at vinna meistaraheitið. Tó leggur hann dent á, at Neistin fer til Vestmanna fyri at vinna dystin.
Hann væntar harumframt at hava allar menn tøkar. Eingin er skaddur, men Áki Mørk hevur ligið sjúkur í nakrar dagar. Tó verður hann við í Vestmanna.
? Eg haldi tó, at eg kann lova áskoðarunum ein tættan og spennandi dyst í høllini í Vestmanna, sigur Dia Midjord.
Málmenn avgera
Í tøttum og spennandi dystum hava málmenn ofta meira týðandi leiklut enn til aðrar, har munurin er størri. Dia væntar, at málmenninir fara at avgera oddadystin millum VÍF og Neistan.
? Málmenninir fara at hava stóran týdning í hesum dystinum, tí hann verður væntandi sera javnur. Um annar málverjin tekur fleiri skot, tá leikarar eru leysir, so kann hann vinna dystin fyri sítt lið, sigur Dia Midjord.
Hann heldur, at bæði VÍF og Neistin hava ógvuliga sterkar málverjar. Hjá VÍF eru Eli Müller og Bárður Nielsen, og Neistin hevur íslendingin Petur Magnusson og jugoslavan Zeljko Jotic at verja málið.
? Vit hava tveir góðar málverjar, men eg vænti, at Zeljko verður við frá byrjan móti VÍF. Hann hevur staðið ómetaliga væl í málinum seinastu dystirnar, og tí velji eg hann framum hesuferð. Tó er altíð møguleiki at skifta, sigur Dia Midjord.
Neistin betur fyri
Dia dylur ikki fyri, at Neistin hevur verið meira sannførandi enn VÍF seinastu dystirnar. Neistin hevur vunnið 47-31 á KÍF og 38-24 á H71 í teimum seinastu tveimum umførunum. VÍF spældi hinvegin javnt 20-20 móti H71 og vann tepurt við trimum málum móti Tjaldri.
Dia sigur, at Neistin hevur staðið seg væl í Vestmanna seinastu árini, og tí kann eingin útnevnast sum favorittur at vinna.