Hondbóltur
Seinastu minuttirnir av dystinum á Skála munnu seint fara í gloymibókina hjá áskoðarunum. StÍF hevur í ár gjørt seg til sjálvútnevndar serfrøðingar í at tveita leiðslur burtur móti dystarenda, og tað var eisini um reppið, at teir fyri fjórðu ferð í seks dystum endurtóku kynstrið.
Strandingar høvdu allan dystin verið á odda. Og tó at Neistin hevði svarað aftur seinastu tíggju minuttirnar, so tóktist vandin vera av, tá Finnur Hansson hevði høgt bóltin í netið til 35-32. Neistin hevði annars strítt seg upp á 31-32, men við aftursvarinum hjá StÍF í mentu, og bert 90 sekundum eftir á talvuni, skuldi verið leyst og liðugt.
Mistu og vunnu
Men Neistin vildi tað øðrvísi. Venjarin tók time-out, og so fór liðið niðan á miðjuna at jagstra StÍF. Og mín sann, um strandingarnir ikki tríggjar ferðir á rað megnaðu at tveita bóltin burtur. Úrsitið var hvørja ferð kontra-mál til Neistan, og tá Áki Mørk bara átta sekund fyri dystarlok langaði leðurkúluna í kassan, tóktist oddaliðið hóast alt at fáa nakað burtur úr dystinum.
Men alt koppaði tó aftur seinastu sekundini. Útvísingin av Áka Mørk gav strandingum fyrimun í manntali, og tó at teir fleiri ferðir í dystinum ikki høvdu gagnnýtt hendan fyrimunin, so eydnaðist tað hesaferð. Í seinastu álopsroyndini varð Mortan Hansen spældur leysur á strikuni, og tá dómararnir metta at verjuspælari hevði togað í armin á strikuspælaranum, varð brotskast dømt.
Finnur Hansson hevði stutt undan hesum misnýtt brotskast, tá hann – at síggja til – kundi lukkað dystin. Ta ferðina bjargaði Jacob Larsen, men hesa ferð helt Finnur høvdið kalt, og so vórðu stigini verðandi á Skála.
Vána verjuspæl
Stigatalvan tosar sítt greiða mál um, at tað vóru tey bæði bestu liðini í Atlantic Airways-kappingini, sum dystaðust á Skála sunnudagin. Og verður tosað um álopspartin, so prógvaði dysturin kanska eisini, at so er. Men tá tveir teir bestu málverjarnir í Føroyum lata til samans 71 mál ígjøgnum í 60 minuttir, so ber illa til at siga, at avrikini í verjupartinum vóru serliga sannførandi.
Heldur kann sigast, at verjuspælið var ikki-eksisterandi, og so var tað óvanliga trupult hjá teimum báðum málverjunum at prógva sítt virði. Marian var tó tann fyrri at gera hetta, og tá hann spakuliga byrjaði at fanga nakrar opnar møguleikar, tóktist StÍF skræða seg púrasta leyst.
Samstundis hevði Jacob fingið sær ein stuttan steðg á beinkinum, og tá hann kom innaftur, var tað Neistin, sum tók seg fram. Orkan hjá teimum tóktist eisini vera betri, enn hon var hjá StÍF, og spakuliga ótu teir seg nærri. Serliga vóru Tróndur Kragesteen og Áki Mørk raskir í kontra-renningunum, meðan Buha á veinginum víst seg sum spælarin við so nógv besta fótskiftinum í landinum. Tað tóktist eisini, sum skuldi hetta geva bonus, men at enda tók StÍF tó stikkið.
Veteranurin sum trumfur
Við hesum eru strandingar einsamallir á odda, og sum einasta ósigraða liðið í kappingini er kanska ikki heilt burturvið, um teir verða róptir favorittar.
Og sum so er einki til hindurs fyri, at liðið kann standa mát allan vegin. Hóast tosað hevur verið um, at hópurin ikki er tann breiðasti, so er talan í øllum førum um høgan kvalitet, sum ikki altíð er í dysti. Hesa ferð sat Artur Johansen uttan fyri allan dystin, meðan Leivur Justinussen als ikki var í hópinum. Tað gjørdi so, at Jakob Jónsson sjálvur sá seg noyddan at spæla.. Tað var nú ikki ætlanin frá byrjan, men hóast beinini eru millum tey elstu í Atlantic Airways deildini, so er førleikin framvegis framúr, og í so máta er hetta ikki so galin trumfur at eiga á beinkinum.
Fakta um dystin
StÍF-Neistin 36-35 (20-16)
Málskjúttar
StÍF: Finnur Hansson 14(4), Regin Didriksen 5, Jakob Jónsson 5, Mortan Hansen 4, Andre Danielsen 3, Terji Poulsen 2, Bárður Danielsen 2, Borgar Danielsen 1
Neistin: Tróndur Kragesteen 10, Blagoje Buha 8(4), Carl Herup Olsen 5, Birgir Poulsen 4, Áki Mørk 4, Dann Thorleifsson 2, Jugoslav Djumic 2
Brotskøst: StÍF 5, Neistin 5
Útvísingar: StÍF 4, Neistion 9
Diskvalifikatiónir: Neistin 2 (Báðar beinleiðis reytt)
Burturvísing: Neistin 1
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum