Málveitsla við Løkin

Runavíkingar vóru klassar betri enn illa sperdu sandoyingarnir, og vunnu at enda ein knúsandi 9-1 sigur, í einum dysti har Christian Høgni skoraði heili fimm mál. Hóast teir blivu avsmurdir, so sluppu sandoyingar við skrekkinum, og varðveita sætið í Vodafonedeildini, meðan NSÍ vann bronsu heiðursmerkini

Tað var eingin ivi um hvør var betra liðið í dystinum við Løkin leygardagin. Runavíkingar høvdu fult tamarhald á fjálturstungnu gestunum frá fyrsta bríksli, har teir við einum vælspælandi Christian Høgna Jacobsen á odda, voldu teir B71 verjuni alskyns trupulleikar. Tískil var 9-1 sigurin ikki eitt mál ov lítil, men kundi saktans verið enn størri.

Við stórsigrinum staðfestu runavíkingar sína støðu sum triðbesta liðið í Vodafonedeildini í ár, og fingu bronsu heiðursmerkini handaði eftir dystin. Men sjálvt um teir fegnast um heiðursmerkini, so metti Christian Høgni, at tað ein gleði við hjásmakki.

-Sjálvandi eru vit fegnir um at fáa triðja plássið, og harvið rættindi at spæla í evropiskari kapping komandi ár. Men tað er eitt lítið vónbrot at standa her við bronsu heiðursmerkjunum um hálsin, eftir eitt kappingarár, har vit lógu í oddinum stóran part av kappingini, segði Christian Høgni Jacobsen.

Hepnir hóast stórtap
-Hvat skal eg siga. Vit tapa 9-1, og tað sigur alt um avrikið hjá okkum. Men vit vóru hepnir, tí úrslitið á Argjum lagaði seg til okkara fyrimun, segði Pjotr Krakowski eftir dystin.

B71 venjarin hevur grein í sínum máli, tí stórtapið sigur nokk líka nógv um vána avrikið hjá sandoyingum, sum tað ger um megnar avrikið hjá NSÍ. Eitt er at NSÍ var klárt betra liðið, men at sandoyingar avrikaðu so lítið í einum so týdningarmiklum dysti, er stutt sagt ikki gott nokk.

Hóast stórtapið í Runavík, so kundu sandoyinar fegnast eftir dystin. Ikki um egið avrik, men heldur um at Vodafone fótbóltur aftur verður at síggja í Sandoynni komandi kappingarár. Ella sum ein B71 viðhaldsmaður tók til eftir dystin:
-Hetta var tað besta tapið nakrantíð!

“High five” til Chrisian Høgna
Sum úrslitð gevur ábendingar um, so var talan í stóran mun um einvegis ferðslu ímóti B71 málinum. Hóast tað eydnaðist sandoyingum at javna til 1-1 tíðliga í fyrra hálvleiki, so vóru tað runavíkingar, sum vóru spælstýrandi. Við sínum fimm málum, varð Christian Høgni tað heilt stóra upplivilsi í dystinum.
Tað gjørdi heldur ikki støðuna hjá B71 betri, at Høgni Midjord varð vístur av vøllinum tíðliga í seinra hálvleiki, eftir eina margháttliga støðu, har dómarin fyrst dømdi mál, fyri síðani at kolldøma avgerðina. Hetta gav runavíkingum enn betri pláss at boltra sær á, og skoraðu teir seks mál eftir steðgin.
Sostatt rundaði NSÍ árið av við størsta sigurin í hesum kappingarárinum, og harvið eisini bronsu heiðursmerkjunum, meðan sandoyingar, hóast eyðmýkjandi stórtapið, høvdu hepni við sær, og varðveittu sætið í Vodafonedeildini