Skal metast eftir hagtølunum, so verður tað undirhald við lít, tá NSÍ fer til Klaksvíkar eftir gullinum. Hagtølini staðfesta í øllum førum, at tað plagar at vera málríkt, tá vespurnar vitja við Djúpumýru, har KÍ og NSÍ hava spílað meskarnar ikki færri enn 47 ferðir seinastu 10 árini. Aðra staðni sæst á hagtølunum, at HB væl kann geva B36 eina hjálpandi hond, meðan Petur Mohr helst kann siga farvæl til GÍ við einum sigri, tá teir vitja í Vági. Talvan sýnir, hvussu tað hevur gingist, tá mótstøðuliðini leygardagin hava dystast í tilsvarandi uppgerðunum í bestu deildini seinastu 10 árini.