Málveitsla í Super Bowl

Heldur óvæntað megnaði Philadelphia Eagles at knógva New England Patriots.

Stóra finalan í amerikanskum fótbólti, Super Bowl, hevur verið í Minneapolis í Minnesota í nátt, har verandi meistararnir og favorittarnir við fimmfaldaða meistaranum Tom Brady á odda tóku ímóti tí meira undirmetta Philadelphia Eagles, sum hevur tann væl upplagda avloysaran, Nick Foles, sum quarterback.


New England Patriots var sum nevnt favorittur, men Philadelphia Eagles smæddist als ikki burtur, og í fyrra hálvleiki vóru teir ógvuliga ágangandi og settu Patriots-verjuna undir stórt trýst við djørvum playcalls, ið høvdu hug at taka favorittarnar á bóli og eisini tryggjaðu teimum undirmettu eina heldur óvæntaða 22-12-leiðslu.


Í seinna hálvleiki tók Tom Brady sær um reiggj og fekk liðið hjá sær lættliga frameftir vøllinum og til stigini, men størsti trupulleikin var, at verjan hjá New England Patriots hevði ilt við at steðga tí væl upplagda álopinum hjá Philadelphia Eagles. Hetta hevði við sær, at Super Bowl hesaferð menti seg til eina sanna málveitslu.


Sum so mangan áður í Super Bowl, so varð alt avgjørt í evstu løtu. Við støðuna 38-33 til Eagles og einans góðum tveimum minuttum eftir fekk Patriots bóltin aftur, og ein hevði hug at ímynda sær, at Tom Brady fór at kasta liðið hjá sær til enn ein Super Bowl-sigur, men hesa løtuna trein Eagles-verjan fram og avgjørdi dystin.


Brandon Graham fekk fyrsta sack í dystinum, og hetta sackið úrslitaði seg í, at Tom Brady fumblaði (misti) bóltin. Philadelphia Eagles fekk tískil bóltin, og kickarin hjá teimum, Jake Elliott, ið spælir sítt fyrsta ár í NFL, sparkaði eitt 46 yard field goal, sum kom at vera sera avgerandi og legði Eagles á odda 41-33.


New England Patriots hevði framvegis møguleikan at javna, men ein lítil minuttur var ikki nóg mikið, og við 41-33-sigri hevur Philadelphia Eagles harvið vunnið sítt fyrsta Super Bowl, meðan favorittarnir úr New England Patriots, sum annars vunnu Super Bowl bæði í 2015 og 2017, máttu boyggja seg.