Tað var rættuligt stevnusnitt yvir tí, tá ið NSÍ og KÍ í kvøld spældu stevnudyst í landskappingini í 1. deild.
Áskoðararnir fingu fullan valuta fyri atgongugjaldið. Í fínum veðri vann NSÍ 4-3, eftir at støðan í steðginum hevði verið 2-2.
Viggo Johannesen legði NSÍ framum eftir horna, tá ið eitt korter var farið. Erik Nielsen javnaði seks minuttir seinni. Tríggjar minuttir undan steðginum legði Bergur Djurhuus NSÍ framum aftur eftir returbólt, og í síðsta álopinum undan hvíldini javnaði Julian Samuelsen við dundurskoti av brotsteigarmarkinum upp í málhornið.
Tá ið tað restaði stórt korter stútaði Sonni L. Petersen NSÍ framum aftur, og tíggju minuttir fyri leiklok økti Eyðstein Skipanes við beinleiðis frísparki. Tað varð dømt fyri neyðbremsu, sum Asbjørn Tungá sá reytt fyri.
Í síðsta minutti minkaði Páll Klettskarð um munin til 4-3, tá ið hann setti brotsspark í málið.