Málveitsla á Stamford Bridge

Átta mál og tríggjar útvísingar fullu á Stamford Bridge annan jóladag. Og tá Arsenal snávaði kundi Manchester United leggja seg á odda í ensku Premier League

Fótbóltur

 

Manchester United var helst stóri vinnarin um jólini, tá meistaranir við 4-0 sigri á Sunderland og fyrrverandi United-skiparanum, Roy Keane. Ein sigur, sum fekk eyka virði, tá Arsenal ikki megnaði at basa Portsmouth, og tí mátta lata oddasessin frá sær.

Men meira enn hetta var tað dysturin á Stamford Bridge millum Chelsea og Aston Villa, sum tók tær heilt stóru yvirskriftirnar.

Aston Villa setti nevnliga alt fyri eitt ein stóran hvøkk í heimaáskoðararnar, tá Shaun Maloney tvær ferðir sendi bóltin í meskarnar. Beint fyri steðgin minkaði Shevchenko tó um munin við brotssparki, og tá Aston Villa samstundis fekk Zat Knight riknan av vølli, hevði Chelsea betru kortini á hondini til seinna hálvleik.

Her eydnaðist eisini Shevchenko og Alex at skjóta Chelsea framum, men gestirnir vildu ikki geva seg. Og við at avrætta eitt fríspark fekk Martin Laursen aftur javnvág í roknskapin. 10 minuttir fyri leiklok varð Carvalho rikin av vølli eftir ein ljóta tackling, men tá Ballack í 88. minutti sendi fríspark í netið, tóktist sigurin kortini at enda hjá heimaliðnum. Í yvirtíðini noyddist Ashley Cole tó at bjarga við hondini. Reytt kort til hansara og brotsspark til Aston Villa. Og so kundi Gareth Barry tryggja Aston Villa eitt kærkomið stig.

Í oddinum er støðan nú tann, at Manchester United er á odda við 45 stigum. Arsenal hevur 44 stig, og síðani koma Chelsea og Liverpool við ávikavist 38 og 36 stigum.

 

Úrslitini um jólini

22. desember

Arsenal-Tottenham 2-1

Aston Villa-Man City 1-1

Bolton-Birmingham 3-0

Fulham-Wigan 1-1

Liverpool-Portsmouth 4-1

Middlesbrough-West Ham 1-2

Reading-Sunderland 2-1

 

23. desember

Man Utd-Everton 2-1

Newcastle-Derby 2-2

Blackburn-Chelsea 0-1

 

26. desember

Chelsea-Aston Villa 4-4

Tottenham-Fulham 5-1

West Ham-Reading 1-1

Birmingham-Middlesbrough 3-0

Derby-Liverpool 1-2

Everton-Bolton 2-0

Sunderland-Man Utd 0-4

Wigan-Newcastle 1-0

Portsmouth-Arsenal 0-0