2. deild. FS Vágar-NSÍ 7-2 (4-1)
Vágaliðið staðfesti oddasessin, tá teir leygardagin høvdu vitjan av teimum næstbestu úr Runavík. Tað vóru nógvir málmøguleikar báðar vegir, men munurin var, at teir á heimaliðnum fingu væl meiri burturúr.
Seytjan minuttir vóru farnir, tá Birgir Joensen, sum er ein brandur í álopinum hjá FS Vágar, gjørdist leysur í vinstru og skoraði. NSÍ menninir vóru eitt sindur harmir um, at málið varð góðkent, tí teir hildu, at innkastið, sum var upprunin til møguleikan, varð tikið einar 15-20 metrar ov frammarlaga. Minuttin eftir javnaði NSÍ, og tað málið má málverjin hjá FSV taka á seg. Vongverjin í høgru hjá NSÍ, Dagfinn Olsen, gyppaði úr 55 metrum, og bólturin sigldi í málið aftanfyri Jóhan á Mýrini.
32 minuttir vóru farnir, tá FSV aftur kom á odda, og so gekk skjótt. Birgir Joensen skoraði eftir innlegg úr høgru, John Johansen fekk eftir 37 minuttir skot á í brotsteiginum, og í síðsta álopinum undan steðginum var Sonni Johansen leysur (tað vóru ikki bara gestirnir, sum mettu hann vera rangstaddan).
Alt varð avgjørt í fyrsta álopinum eftir steðgin, tá Birgir Joensen stútaði innlegg í málið til 5-1. NSÍ hevur eitt ungt lið í 2. deild, og ungu menninir megnaðu ikki at svara aftur fyrrenn heimaliðið hevði gjørt tvey mál aturat. Eftir 83 minuttir fekk NSÍ brotsspark. Brynjolvur Nielsen royndi seg, málverjin hálvbjargaði, og unglingaspælarin var sjálvur fyrstur á returinum.