Málveitsla og gullveitsla í Gundadali

1. DEILD: Víkingur skinklaði fyrstu løtuna, men so reistust gullvinnararnir

Tað var greitt undan 27. og síðsta umfari, sum var í kvøld, at Víkingur hevði vunnið gull. Hetta er fyrsta ferðin, at Víkingur hevur vunnið næstbestu deildina.

Víkingur var í kvøld í Gundadali og dystaðist við HB, sum legði ógvuliga bragdliga fyri.

Tá ið 12 minuttir vóru farnir, var heimaliðið á odda 2-0. Aksel Olsen og Jákup L. Thomsen skoraðu málini.

Undan steðginum fótaðu gestirnir sær, og tá ið dómarin, Áki Leitisstein Hansen, bríkslaði fyri hálvleiki, var støðan 2-2. Víkingamálskjútti í báðum førum var Martin Klein Joensen.

Tíggju minuttir eftir steðgin var 3-3. Regin í Geil Jacobsen legði HB á odda 3-2, og Aron Jarnskor Ellingsgaard javnaði til 3-3.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Óla Kristian Skála Jacobsen um munin til 4-3, og so staðfesti Martin Klein Joensen 5-3 sigurin, tá ið hann skoraði fyri triðju ferð í kvøld og harvið gjørdi hattrikk.

HB endaði á sjeynda plássi við 33 stigum.

Víkingur vann deildina við 58 stigum.

 

KÍ - B36 1-0 (0-0)

1-0: Kristoffur Jakobsen

 

07 Vestur - FC Hoyvík 7-1 (1-0)

  

HB - Víkingur 3-5 (2-2)

1-0: Aksel Olsen 9.

2-0: Jákup L. Thomsen 12.

2-1: Martin Klein Joensen 27.

2-2: Martin Klein Joensen 40.

3-2: Regin í Geil Jacobsen 52.

3-3: Aron Jarnskor Ellingsgaard 56.

3-4: Óla Kristian Skála Jacobsen 66.

3-5: Martin Klein Joensen 76.

 

AB - NSÍ 0-0

 

B71 - B68 1-2 (0-1)

0-1: Fríði í Túni Petersen 32.

0-2: Andri Benjaminsen 70.

1-2: Klayver Nascimento 72.

 

https://www.in.fo/myndasavn/

 

Víkingur271773733658
07 Vestur271665603354
NSÍ271575804252
B68271449563446
2711511565438
B362710413435334
HB2710314537933
B71279513535232
AB276516355823
FC Hoyvík272420289010