Málveitsla kring Europa

53 mál komu í teimum 16 dystunum, sum vórðu spældir í Champions League hetta umfarið

Fótbóltur

 

Týskvøldið einsamalt gjørdist tað málríkasta í søguni hjá Champions League. Tá fullu 36 mál í teimum átta dystunum, og tó at mikukvøldið ikki varð fult so hendingaríkt, so var samlaði totalurin nóg mikið til væl og virðiliga at fylla goal-show’ið, sum Viasat sendi mikukvøldið.

 

Nú bólkaspælið er komið í helvt, eru fleiri lið, ið longu mest sum hava vissað sær víðari atgongd í kappingini. Í øllum førum skal nógv ganga galið, um Barcelona, Manchester United, Villarreal, Bayern München, Juventus og Real Madrid ikki spæla seg víðari í kappingini.

Ikki minst er merkisvert, at spenningurin í bólki H ikki er størri enn tað sama. Her varð roknað við, at Zenit Petersborg veruliga skuldi hótta stóru Juventus og Real Madrid, men við einum stigi fyri tríggjar dystir hava UEFA-Cup meistararnir mest sum útspælt sín leiklut longu nú. Og ikki minst var talan um stórt vónbrot, tá teir bert spældu javnt móti hvítarussiska Borisov.

 

Javnt í Madrid

Stóri dysturin í gjárkvøldið stóð millum Atletico Madrid og Liverpool, og tann dysturin endaði við einum máli til hvønn partin.

Liverpool kom annars á odda tíðliga í dystinum við máli frá Keane, men Simao javnaði, tá sjey minuttir vóru eftir at spæla. Atletico hevði eisini bóltin í netinum eina aðru ferð, men ta ferðina helst linjudómarin onkursvegna, at Maniche var rangstaddur.

Og so gjørdist mikukvøldi eisini kvøldið, tá lítla Anorthosis Famagusta fyri fyrstu ferð tapti í Champions League, men 0-1 í Milano móti Inter er væl og virðiliga til at liva við hjá oyggjabúgvunum, sum enn eru á einum mest sum sensationellum øðrum plássi í sínum bólki.

 

---

 

Úrslitini

Bólkur A

Bordeaux-CFR Cluj 1-0

Chelsea-Roma 1-0

 

Bólkur B

Inter-Anorthosis 1-0

Panathinaikos-Werder Bremen 2-2

 

Bólkur C

Shakhtar D.-Sporting L. 0-1

Basel-Barcelona 0-5

 

Bólkur D

Atletico Madrid-Liverpool 1-1

PSV Eindhoven-Marseille 2-0

 

Bólkur E

Villarreal-AaB 6-3

Manchester Utd—Celtic 3-0

 

Bólkur F

Bayern München-Fiorentina 3-0

Steaua Bukarest-Lyon 3-5

 

Bólkur G

Fenerbache-Arsenal 2-5

Porto-Dynamo Kiev 0-1

 

Bólkur H

Juventus-Real Madrid 2-1

Zenit Petersborg-Bate Borisov 1-1