Málveitsla í hálvan tíma

Talan var helst um málríkasta fyrra hálvleik hetta kappingarárið. Málini skolaðu inn í báðum endum, men tað tóktist, sum høvdu vertirnir betri tak á enn gestirnir.

Eftir steðgin kom Neistin tó betur við. Teir hildu alla tíðina vestmenningum í stuttum tjóðuri, og tá tað av álvara ráddi um at halda høvdið kalt, riggaði hetta eisini betur hjá bláa oddaliðnum.

 

Bestu málskjúttar hjá VÍF vóru Sámal Joensen og Bjarti Hansen, sum skutu 9 mál í part. Finnur Hansson skoraði 11 mál fyri Neistan.

 

VÍF-Neistin 35-38 (24-22)