Málveitsla í Champions League

Ikki færri enn 36 mál vórðu skotin í teimum átta dystunum í Champions League-bólkaspælinum í gjárkvøldini. Flestu málini fullu í dystinum millum Villarreal og AaB, har donsku meistararnir løgdu rygg til 6-3 tap, men eisini aðra staðni vórðu nógv mál skotin. Eitt nú í 5-3 sigrinum hjá Lyon móti Steaua Bucharest og í 5-2 sigrinum hjá Arsenal móti Fenerbache. Í blaðnum í morgin hava vit fullfíggja yvirlit yvir triðja umfarið í Champions League-bólkaspælinum.