Málveitsla í Brasil: Japan undirhelt – Italia vann

Japan spældi í løtum dreymafótbólt í Confederations Cup dystinum móti Italia, men endaði við at tapa 4-3 fyri Mario Balotelli og hinum.

 

Seinni dysturin í Bólki A í øðrum umfari hevur verið í nátt millum Japan og Italia. Japan kom á odda við brotssparki aftaná 20 minuttir, sum Keisuke Honda skoraði uppá. Góðar tíggju minuttir fyri hálvleik økti Manchester United miðvallarin, Shinji Kagawa til 2-0. Japan sat á dystinum og leiðslan var uppiborin.

 

Fimm minuttir hálvleik vendi dysturin. Fyrst minkaði Daniele De Rossi við stútara og fimm minuttir inn í seinna hálvleik gjørdi Japan sjálvmál. Bara tveir minuttir seinni fekk Italia bókstaviliga eitt brotsspark frá dómaranum. Mario Balotelli skoraði trygt – sum altíð.

 

So tók Japan aftur yvir og trýsti Italia í botn. Tjúgu minuttir fyri tíð javnaði Shinji Okazaki við stútara eftir frísparksinnlegg. Japanska liðið spældi við nógvari orku og í løtum minti tað um spanska landsliðið við skjótum, tekniskum og neyvum spæli, sum Italia hevði ilt at verja fyri. Millum annað blivu stengurnar raktar tvær ferðir og tvørstongin einaferð

 

Móti gongdini fóru italiumenn í mótálop og tað endaði við at Sebastian Giovinco skoraði avgerandi málið í dystinum til 4-3 til Italia. Eisini eftir málið trýsti Japan og rakti enn eina ferð tvørstongina.

 

Leikliga er talan um eitt órættvíst úrslit, tí Japan var snøgt sagt nógv betri sæð yvir 90 minuttir, men tað munnu italiumenn ikki leggja so nógv í.

 

Confederations Cup 2013:

Italia – Japan 3-3 (1-2)

0-1 Keisuke Honda, 29 br

0-2 Shinji Kagawa, 33

1-2 Daniele De Rossi, 41

2-2 Atsuto Uchida, 50 sjálvmál

3-2 Mario Balotelli, 52 br

3-3 Shinji Okazaki, 69

4-3 Sebastian Giovinco, 86

 

Bólkur A:

1. Brasil 6

2. Italia 6

3. Meksiko 0

4. Japan 0