Atlantic Airways-kappingin
Sæð burtur frá eini ørgrynnu av málum, so er søgan um botndystin millum Neistan og KÍF rættiliga stutt.
Eftir ein rótutan fyrra hálvleik, har spælið ofta varð trunkað saman, og har Neistin eisini fekk eitt reytt kort, tá Freddy Poulsen hálvgum skræddi ein flúgvandi Rógva Weihe niður.
Kanska fekk hetta eisini verjurnar at ansa sær nakað meira, og í øllum førum, so var sera sjáldan, at nakar spælari varð steðgaður yvir høvur í seinna hálvleiki. Tað gav eitt hav av opnum møguleikum, og báðir partar settu somikið nógva ferð á málskjótingina, at tveir dómaraseðlar máttu takast í nýtslu, fyr at skráseta øll málini.
Av teimum 79 málunum, sum vórðu skotin, fekk KÍF tey 43, og soleiðis fingu teir tvey stig fyri ómakin. Men tað er framvegis einki, sum bendir á, at nakað av hesum báðum liðunum skal fara at gera um seg longur uppi á stigatalvuni hetta kappingarárið.
Fakta um dystin
Neistin-KÍF 36-43 (15-21)
Málskjúttar
Neistin: Blagoje Buha 9(2), Áki Mørk 8, Dann Thorleifsson 6, Tróndur Kragesteen 4, Bogi Berg 3, Birgir Poulsen 3, Jón Ludvík 2, Freddy Poulsen 1
KÍF: Damir Oros 13(3), Gert Hansen 10, Petur Martin Poulsen 6, Arnbjørn Hansen 5, Rógvi Weihe 2, Allan Mørkøre 2, Sune Davidsen 2, Teitur Joensen 2(1), Mirko Milinkovic 1
Brotskøst: Neistin 2, KÍF 7
Útvísingar: Neistin 4, KÍF 1
Diskvalifikatión: Neistin 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreasen F. Hansen