Í gjárkvøldi tók Liverpool ímóti Arsenal í útsettu kvartfinaluni í minnu enska steypakappingini, Carling Cup. Hesin dysturin endaði sum ein sonn málveitsla, og tað vóru gestirnir, sum endaðu oman á. Arsenal legði seg á odda við málið frá unga Jeremie Aliadiere, men løtu seinni javnaði Robbie Fowler fyri Liverpool. Arsenal skoraði tó 3 ferðir afturat áðrenn hálvleik. Málskjúttarnir vóru Baptista, Song og aftur Baptista. Í seinna hálvleiki økti Baptista til 5-1, áðrenn Liverpool minkaði til bæði 2-5 og 3-5 við málum frá Gerrard og Hyypia. Í síðstu minuttunum slóg Baptista Arsenal-sigurin fastan við málinum til 6-3, og hetta var samstundis hansara fjórða mál í dystinum.










