Málturkur um alt landið

Trettanda umfar er liðugt, og hesa ferð var tað sera málfátækt og merkisvert á tann hátt, at fýra av fimm dystum endaðu við javnleiki. Einasti vinnarin hesa ferð var NSÍ, sum í gjárkvøldið vann 2-1 á stevnudystinum ímóti 07Vestur. Allir hinir dystirnir endaðu við javnleiki, og talan var um sera málfátækt umfari. Bara fimm mál vórðu skorað ella í miðal eitt fyri hvønn dystin. So málfátækt hevur eitt umfar ongantíð verið síðani 27. og seinasta umfar í 2008. Tá vórðu fimm mál skorað í fimm dystum, og eisini ta ferðina endaðu tríggir dystir við málleysum javnleiki.

 

Í Gundadali misti ÍF verjugeneralin Bartal Eliasen tíðliga í 2. hálvleiki. Løtuna eftir útvísingina hevði ÍF fleiri risa møguleikar fyri at leggja seg á odda, men tað eydnaðist ikki. Fram ímóti dystarenda trýsti HB fyri at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ÍF at verja borg. Merkisvert er tað, at suverena toppliðið nú hevur spælt tvær ferðir 90 minuttir, uttan at tað hevur eydnast at skora mál. Eftir 0-2 í Streymnesi fyri tveimum vikum síðani, endaði tað í dag við málleysum javnleiki.

 

Eisini í Klaksvík endaði tað við javnleiki. Fyri KÍ og nýggja venjaran Eyðun Klakstein var tað stórt vónbrot, at tað ikki eydnaðist at vinna. Tá ið KÍ skoraði til 1-0 var tað við brotssparki. Í tí sambandi varð AB liðformaðurin Jónas Stenberg vístur av vøllinum. Tá restaðu tað tíggju minuttir av 1. hálvleiki.

Fram ímóti dystarenda legði AB ofta bóltin høgt í brotsteigin, og talan var um fleiri vandamiklar støður. Í evstu løtu eydnaðist tað innskifta Karsten Højgaard at skora til 1-1.

 

Í Trongisvági endaði tað málleyst millum TB og B36. Talan var ikki um nógvar upplagdar málmøguleikar, og frísparkini vóru nógv.

 

Í gjárkvøldið endaði tað málleyst í stevnudystinum í Streymnesi, har Víkingur var gestur hjá EB/Streymi.

 

Úrslit

KÍ-AB 1-1 (1-0)

1-0: Atli Danielsen br 34.

1-1: Karstin Højgaard 90.+3.

Dómari: Alex Troleis

KÍ: Meinhard Joensen – Gunnar Christiansen (Ísak Simonsen, 72.)Jógvan Isaksen (John Hammer, 46.), Oddmar Marsten, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Ivan Joensen (Heðin Klakstein, 72.) – Álvur F. Christianen, Páll A. Klettskarð, Kristoffur Jakobsen

KÍ: Páll A. Klettskarð

AB: Símun Rógvi Hansen - Jónas Stenberg, Leivur Holm Joensen, Morten Overgaard, Beinir Ellefsen (Hørður M. Mohr, 85.) - Jobin Drangastein, Mikkjal Hentze, Sorin Anghel, Dion Splidt, Rógvi Poulsen (Bjartur Kjærbo, 42.) - Ahmed Keita (Karstin Højgaard, 85.)

Gult kort: Símun Rógvi Hansen, Jobin Drangastein

Reytt kort: Jónas Stenberg 34. (beinleiðis reytt)

 

NSÍ-07Vestur 2-1 (0-1)

0-1: Evrard Blé br 27.

1-1: Árni Frederiksberg 49.

2-1: Pól Jóhannus Justinussen 73.

Dómari: Petur Reinert

NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv - Andrass Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Sjúrður Jacobsen –Andy Olsen, Klæmint A. Olsen, Árni Frederiksberg (Meinhard E. Olsen, 79.)

Gult kort: Jens Joensen

07Vestur: Andras Gango – Torstein Mýlingstind (Petur G. Dalbø, 76.), Téhé Aristide, Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen – Evrard Blé, Jovan Radinovic-Panic, Eli Falkvard Nielsen - Tór-Ingar Akselsen, Ibrahima Camara, Holgar Durhuus (Jákup Olsen, 76.)

Gult kort: Téhé Aristide

 

EB/Streymur-Víkingur 0-0

Dómari: Dagfinn Forná

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Rógvi Egilstoft Nielsen – Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Gunnar Zachariasen (Niels Pauli Danielsen, 66.) - Levi Hanssen (Arnbjørn Hansen, 76.), Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Egil á Bø,Rógvi E. Nielsen, Arnar Dam

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig - Hjartvard Hansen (Heðin Hansen, 78.), Hans Jørgen Djurhuus, Hanus Jacobsen - Kaj Leo í Bartalsstovu, Filip Djordjevic - Finnur Justinussen

Gult kort: Dánjal Pauli Lervig, Hjartvard Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Filip Djordjevic

 

HB-ÍF 0-0

Dómari: Lars Múller

HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (Pál Mohr Joensen, 86.), Gunnar Haraldsen, Pál Mohr Joensen, Alex José dos Santos - Heini Vatnsdal, Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen - Christian R. Mouritsen (Kristin R. Mouritsen, 77.), Andrew av Fløtum, Símun E. Samuelsen

Gult kort: Gunnar Haraldsen, Andrew av Fløtum

ÍF: Jákup Mikkelsen - Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Ari Ó. Ellingsgaard, Heri H. Nesá,,Øssur Dalbúð, Bogi R. Petersen, Hanus Thorleifsson (Nenad Saric, 64.) - Clayton Soares

Gult kort: Bartal Eliasen

Reytt kort: Bartal Eliasen 57. (2 gul)

 

TB-B36 0-0

Dómari: Ransin N. Djurhuus

TB: Ivan Stojkovic -Teitur Olsen, Óli Johannensen, Babacar Ndior, Eirikur Ellendersen - Ragnar Tausen (Poul Ingason, 57.), Ndende Adama Guéye, Martin Tausen, Rógvi Joensen (Heini M. Mortensen, 90.) - Nicholas Ferenc Deverdics, Aron Sørensen (Dan Mortenen, 74.)

Gult kort: Teitur Olsen, Eirikur Ellendersen, Babacar Nidiour, Poul Ingason

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Martin Pedersen (Niels Joensen, 66.), Símun Joensen – Jákup á Borg, Róaldur Jacobsen, Robert Heðin Brockie, Høgni Midjord (Gilli Sørensen, 64.) - Adishina Lawal, Rasmus Dan Sørensen (Lukasz Cieslewicz, 64.)

Gult kort: eingin

 

Støðan eftir 13 umfør

HB 28

ÍF 21

NSÍ 20

EB/Streymur 19

KÍ 19

B36 17

TB 16

Víkingur 16

07Vestur 7

AB 6

 

14. umfar

Fríggjadagin 21. juni

ÍF-Víkingur

Leygardagin 22. juni

B36-NSÍ

Sunnudagin 23. juni

AB-TB

EB/Streymur-KÍ

07Vestur-HB

 

 

 

 

LIÐUGT

0-0

 

3 minuttir lagdir aftrat.

 

90) 0-0

HB hevur horna eftir horna og innlegg eftir innlegg, men higartil hevur tað ikki eydnast at fáa nyttu bureturúr manningarligu ývirvágini.

 

 

85) 0-0

Eftir fína fríspæling frá Andrewi av Fløtum hevur Fróði Benjaminsen verið í góðari støðu. Hann royndi at spæla Símun Samuelsen, sum gleið, tá ið hann skuldi seta bóltin í málið!

 

80) 0-0

Kristin R. Mouritsen er komin inn í HB álopið í staðin fyri Christian R. Mouritsen.

Leivur Joensen hjá ÍF hevur havt góða roynd úr høgru, men bólturin fór upp um málið.

 

75) 0-0

Hóast HB hevur møguleikar at fara í snarálop, so eru heimamenninir lítið avgjørdir. Tað kennist sum um, at teir eru ikki heilt álvuligir við støðuna, eftir at ÍF fleiri ferir hevur havt risa stórar møguleikar at skora. Andrew av Fløtum og Heini Vatnsdal hava havt møguleikar, men teir hava ikki verið neyvir.

 

70) 0-0

Fuglfirðingar koyra á, og teir hava havt risa møguleika, men eftir innlegg úr høgru sendi Øssur Dalbúð bóltin upp um málið, og í næsta álopið var um reppið, at Heri Nesá skoraði, men Teitur M. Gestsson bjargaði til horna. HB er pressað í botn!

 

65) 0-0

Nenad Saric er komin á vøllin í staðin fyri Hanus Thorleifsson hjá ÍF. Jan Ó. Ellingsgaard hevur havt fína skotroynd, og Teitur M. Gestsson bjargaði. ÍF hevur ikki pakkað seg niður, hóast fuglfirðingar eru undirmannaðir.

 

60) 0-0

Krumptappurin í ÍF verjuni, Bartal Eliasen, er rikin av vølli. Reyða kortið var drigið úr lummanum, eftir at Bartal fyri aðru ferð hevði sæð gult. Hesa ferð var tað fyri at toga í Alex José dos Santos.

Í næsta ÍF álopinum sendi Ari Ó. Ellingsgaard bóltin í stólpan aftanfyri Teit M. Gestsson.

 

55) 0-0

Báðir partar søkja at. Hjá ÍF er tað serliga í høgru, har høgri vongverjin Leivur Joensen hjá ÍF tykist hava gott pláss.

HB spælir væl saman, men á síðsta partinum bilar tað.

 

50) 0-0

ÍF hevur havt spentar støður í HB brotsteiginum. Hanus Thorleifsson kiksaði, tá ið hann varð spældur leysur, og Øssur Dalbúð stútaði uppum, eftir at horna varð lagt innfyri.

 

46) 0-0

ongar skifingar eru gjørdar, nú teir eru farnir undir 2. hálvleik

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

45) 0-0

ÍF hevur verið tætt við eftir frísparksinnlegg. Leivur Joensen legði innfyri úr høgru, og Teitur M. Gestsson bjargaði, eftir at Bartal Eliasen hevði roynt seg. Tá ið Høgni Zachariasen royndi eftir returbóltinum, og hann fór í málið, bríkslaði dómarin fyri frísparki. Rangstøðufellan hjá Óla Johannesen hevur riggað væl!

 

40) 0-0

Fuglfirðingar tykjast vera nøgdir við støðuna og ætla at varðveita hana inntil hálvleikin. Nú er tað HB, sum hevur meiri tak á spælinum.

 

35) 0-0

Tað er meiri ferð á spælinum, og tað eru spentar støður í báðum endum. Fróði Benjaminsen hevur verið í góðari støðu, men Bartal Eliasen tveitti seg fyri og bjargaði út til horna. Risa møguleiki og framúr gott verjuspæl hjá Bartali Eliasen!

 

30) 0-0

HB hevur verið tætt við at leggja seg á odda. Eftir horna og flatt innlegg sendi Christian R. Mouritsen bóltin ímóti málinum, men ÍF bjargaði dygst við stólpan.

 

25) 0-0

ÍF hevur havt tvær spentar støður eftir innlegg úr høgru frá Leivi Joensen og úr vinstru frá Jan Ó. Ellingsgaard, men Bogi R. Petersen og Øssur Dalbúð hava misnýtt. Tað er meiri broddur í hjá gestunum, enn tað er hjá toppliðnum.

 

20) 0-0

Símun Samuelsen er um reppið at verða leysur, men Bartal Eliasen taklar í evstu løtu. Hjá ÌF hevur Bogi R. Petersen eftir innlegg úr høgru frá Leivi Joensen misnýtt risa møguleika, tá ið hann ikki rakti málið.

 

15) 0-0

Eftir at ÍF misnýtti brotssparkið hevur HB verið tætt við. Jákup Mikkelsen hálvbjargaði framúr væl, tá ið Alex José dos Santos royndi seg við fínum skoti, og so stútaði Christian R. Mouritsen fyri opnum máli bóltin uppum.

 

10) 0-0

ÍF hevur misnýtt brotsspark. Øssur Dalbúð royndi úr ellivu metrum, men Teitur M. Gestsson vardi út til horna. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tá ið Ari Ó. Ellingsgaard í nærdysti við Jógvan Róa Davidsen fór um koll.

 

5) 0-0

Einki mál fyrstu løtuna, men bæði liðini hava hug at leypa á.

 

HB-ÍF kl. 15.00

Dómari: Lars Múller

HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Pál Mohr Joensen, Alex José dos Santos - Heini Vatnsdal, Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Símun E. Samuelsen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Øssur Dalbúð, Heri H. Nesá, Ari Ó. Ellingsgaard, Bogi R. Petersen, Hanus Thorleifsson - Clayton Soares

 

-----

 

 

LIÐUGT

0-0

 

4 minuttir lagdir aftrat

 

90) 0-0

 

 

85) 0-0

Eingir upplagdir málmøguleikar.

 

80) 0-0

Gongdin er tann sama. Tað er tætt og intenst, og Poul Ingason hevur sæð gula kortið.

 

75) 0-0

Veteranurin Dan Mortensen er komin á vøllin í staðin fyri Aron Sørensen hjá TB.

 

70) 0-0

Tað er framvegis málleyst, og talan er ikki um upplagdar málmøguleikar.

 

65) 0-0

Tað er nógv fokus á dómaranum.

 

60) 0-0

Gongdin er tann sama. Spælið er ikki so intenst, sum tað var í 1. hálvleiki. Poul Ingason hevur verið vandamikil, síðani hann varð skiftur inn.

 

 

55) 0-0

TB miðvallarin Ragnar Tausen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Poul Ingason, sum hevur sitið á beinkinum, tí hann hevur verið eitt sindur skaddur. Poul setur beinanvegin futt í.

 

50) 0-0

Ongar skiftingar eru gjørdar. Teir somu eru komnir á vøllin, sum spældu í 1. hálvleiki.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

Vaktarmenninir eru skjótir inn á vøllin at fylgja dómaranum av vøllinum og undir tak. Seinnapartin av hálvleikinum var TB betri við, enn heimamenninir vóru fyrstu løtuna, men tað hevur verið rættuliga tætt.

 

45) 0-0

Hóast talan var um lutfalsliga langan steðg miðskeiðis í hálvleikinum, so hevur dómarin bara lagt tveir minuttir aftrat.

 

40) 0-0

Ransin N. Djurhuus hevur fleiri ferðir havt gula kortið á lofti, og spælararnir hava víst stóra frustratiónir bæði um kort og um kort, sum ikki eru givin. Venjararnir báðir hava roynt at kyrra spælararnar.

 

25) 0-0

Tað eru nógvir eitt sindur ófantaligir nærdystir, og hýrurin millum spælararnar á liðunum báðum kennist ikki at vera góður.

 

20) 0-0

Steðgur í spælinum eina løtu. TB miðvallarin Ndende er sera misnøgdur við okkurt, sum er sagt, og dómarin tosar við bæði hann og ein av mótstøðumonnunum.

 

10) 0-0

Higartil hevur tað ikki verið so væl skipað spæl. B36 hevur verið meiri ágangandi, og Jákup á Borg hevur havt góða roynd.

 

5) 0-0

Tað hevur verið friðarligt fyrstu løtuna. B36 hevur havt hug at leypa á, men rangstøðufellan hjá TB hevur riggað væl.

 

TB-B36 kl. 15.00

Dómari: Ransin N. Djurhuus

TB: Ivan Stojkovic -Teitur Olsen, Óli Johannensen, Babacar Ndior, Eirikur Ellendersen - Ragnar Tausen, Ndende Adama Guéye, Martin Tausen, Rógvi Joensen - Nicholas Ferenc Deverdics, Aron Sørensen

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Martin Pedersen, Símun Joensen – Jákup á Borg, Róaldur Jacobsen,Robert Heðin Brockie, Høgni Midjord - Adishina Lawal, Rasmus Dan Sørensen

 

-----

 

LIÐUGT

1-1

Hóast AB var undirmannað størsta partin av 2. hálvleiki, so megnaði AB at javna, dygst undan, at tíðin var farin. Tað er heilt týðuligt, at tað er AB, sum kennir seg at hava vunnið eitt stig, og at KÍ kennir seg at hava tapt tvey stig!

 

90) 1-1

 

80) 1-0

KÍ hevur bóltin mesta partin av tíðini, men tað gongst illa at mynda málmøguleikar. AB vísir góðan hugburð og striðist nógv.

 

 

60) 0-0

Fyrsta korterið eftir steðgin hevur KÍ á ongan hátt megnað at gera sær dælt av, at heimamenninir eru ellivu, og mótstøðumenninir eru tíggju. Tað hevur verið meiri broddur í hjá AB, sum spennir álopsbogan fyri at javna.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

AB legði bragdliga fyri, men so fótaði KÍ sær, og eftir leiðslumálið og at AB varð undirmannað, hevur KÍ havt bóltin meiri, uttan at tað hevur eydnast at mynda upplagdar málmøguleikar.

 

35) 1-0: Atli Danielsen br

Klaksvíkingar eru á odda, og AB hevur mist ein mann. Jónas Stenberg steðgaði Kristoffuri Jakobsen í gjøgnumbroti, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki og vísti Jónasi av vøllinum. Atli Danielsen umsetti brotssparkið til mál.

 

15) 0-0

AB hevur verið meiri ágangandi fyrstu løtuna, men talan hevur ikki higartil ikki verið talan um upplagdar málmøguleikar.

 

5) 0-0

 

 

KÍ-AB kl. 15.00

Dómari: Alex Troleis

KÍ: Meinhard Joensen – Gunnar Christiansen, Jógvan Isaksen, Oddmar Marsten, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Ivan Joensen – Álvur F. Christianen, Páll A. Klettskarð, Kristoffur Jakobsen

AB: Símun Rógvi Hansen - Jónas Stenberg, Leivur Holm Joensen, Morten Overgaard, Beinir Ellefsen - Jobin Drangastein, Mikkjal Hentze, Sorin Anghel, Dion Splidt , Rógvi Poulsen - Ahmed Keita